Brandur Enni gjørdi rættiliga vart við seg, tá hann vitjaði í Íslandi fyrr í vikuni.
Brandur var á promotion-ferð, tey kalla, og tað gav beinan vegin úrslit, at føroyski sangarin var í Íslandi og sang. Fólk tóku sera væl ímóti honum, og áhugin fyri tónleikinum hjá honum var stórur millum íslendingar.
Áðrenn ferðina til Íslands var ikki tað stóra gjørt fyri at føra Brand fram í Íslandi, og tí skuldi 13 ára gamli tvørámaðurin byrja á berum, tá hann steig í land í Íslandi. Men tað uppgávuna dugir hann eisini væl.
Brandur spældi á stórari útikonsert í Reykjavík, og har vóru eini 8000 fólk og lurtaðu. Hetta var mánadagin, tá íslendingar halda sín hátíðarliga tjóðardag. Seinni hendan dagin spældi Brandur á Hafnafirði, har 2000 fólk lurtaðu, og har móttøakan um gjørligt var enn betri enn í Reykjavík.
Børn og ungfólk vildu hava autograf frá føroyska sangaranum, og tey spurdu nógv eftir fløguni hjá honum, sum nú verður seld í Íslandi. Fólk í tónleikavinnuni í Íslandi halda, at Brandur hevur góðan møguleika at selja nógvar fløgur har yviri.
Nýggjar uppgávar
Eftir konsertferðina til Íslands fór Brandur til Noregs, har hann nú heldur frí eina tíð. Men fyri framman bíða nýggja avbjóðingar.
Upptøkurnar eru byrjaðar til tveir nýggjar sangir, sum skulu gevast út á eini stakfløgu áðrenn ólavsøku. Hesir báðir sangirnir vera á enskum, og ætlanin er, at teir eisini skulu brúkast til eina nýggja fløgu, sum skal gevast út í útlondum.
Í Íslandi hitti Brandur Enni íslendsku barnastjørnuna Jóhanna Guðrún, sum er 11 ára gomul. Hon hevur longu sligið sítt navn fast í Íslandi og hevur selt nógvar fløgur. Ætlanin er, at Brandur og Jóhanna Guðrún skulu syngja eina duett saman í næstum, og tað verður væntandi gjørt, um Jóhanna Guðrún kemur til Føroya seinni í ár.
Næsta konsertin hjá Brandi Enni verður helst á ólavsøku, tá hann eisini verður aktuellur við nýggjari stakfløgu.