Sum In.fo hevur skrivað í seinastuni, so eru boð eftir Brandi Hendrikssyni í Svøríki. Í dag hevur Helsingborf IF, sum spælir í bestu deildini, boðað frá at felagið hevur keypt skálvíkingin, sum eisini hevur røtur úr Vestmanna.
24 ára gamli miðvallarin hevur gjørt ein trý ára sáttmála við svenska felagið. Brandur Hendriksson hevur spælt við FH í Íslandi og hevði tvey ár eftir av sáttmálanum, nú skiftið til svenskan fótbólt bleiv til veruleika. Tí er talan um eitt keyp.
##med2##
- Eg at hava hugsað meg um í nakrar vikur, kennist tað væl at vera her og ganga á leikvøllinum. Eg veit at hetta er eitt søguríkt felag og eitt lið, sum vil spæla fótbólt. Leikvøllurin og umstøðurnar eru í topp. Vónandi kann eg geva áskoðarunum nakað, sum teir kunnu fegnast um, sigur Brandur Hendriksson við heimasíðuna.
Venjari hjá Helsingborg er fyrrverandi miðverjin á svenska landsliðnum, Olof Mellberg. Hann hevur millum annað spælt við Aston Villa, Juventus, Villareal og FCK, har Brandur Hendriksson eisini hevur spælt.
##med3##
- Eg kenni Brand frá tíðini í FCK, har hann sum eitt ungt talent vísti sínar eginleikar. Tað verður áhugavert at síggja menningina hjá honum í Helsingborg, sigur høvðusvenjarin hjá Helsingborg við heimasíðuna.
Brandur Hendriksson verður fyrsti føroyingurin í bestu deildin í svenskum fótbólti.