Sambært Aftonbladet hevur Brandur einki at óttast fyri, um hann ikki kemur í finaluna í svensku Grand Prix-kappingini
Í kvøld koma fleiri miljónir at síggja og hoyra Brand Enni. Men sambært Aftonbladet hevur Brandur einki at ergra seg um, um hann ikki tekur seg víðari til finaluna ella næstu undankappingina, sum nevnist ?Andra Chansen?. Ein yrkisleið, sum filmssjónleikari bíðar Brandi sambært Aftonbladet. Hann skal leika saman við tí heimskenda danskt/argentinska Viggo Mortensen. ?Eg havi fingið boðið at spæla høvuðsleiklutin í einum filmi, sum nevnist ?Pilot Whale Fog?. Filmsfelagið vil eisini hava, at Viggo Mortensen skal verða við í filminum!? Brandur er ikki suðuroyingur fyri einki.