Brandur Jacobsen stillar upp fyri Fólkaflokkin

Seinasta val bleiv Brandur Jacobsen valdur á tjóðveldislistan í Eysturkommunu seinasta val við 93 atkvøðum. Einans borgarstjórin, Jóhan Christiansen, fekk fleiri atkvøður á listanum við 133 persónligum atkvøðum.

 

Nú skiftir Brandur Jacobsen lista. Komandi kommunuval kemur hann at standa á Fólkaflokslistanum.

 

- Tað vórðu nøkur viðurskiftir, sum gjørdu seg galdandi longu tá býráðið bleiv skipað, sum gjørdi, at eg ikki var nøgdur, sigur Brandur Jacobsen.

 

Brandur Jacobsen vil ikki nærri inn á hvat ligur aftanfyri, men sigur bert, at samstarvið hevur ikki gingið so væl.

 

- Eg hevði í veruleikanum tikið avgerð um ikki at stilla upp aftur, men so komu nakrar áheitanir frá fólkaflokslistanum og eg valdi so at taka av og fara á listan, sigur Brandur Jacobsen.

 

Hann sigur víðari, at hann hevur ikki meldað seg inn í Fólkaflokkin og veit í grundini ikki um tað er neyðugt.

 

- Hóast tað er partapolitisk uppstilling í kommunu, so er politikkurin í býráðnum ikki serliga partapolitiskur, sigur Brandur Jacobsen.

 

Les eisini: Brandur Jacobsen stillar ikki upp á sama lista