Brandur Hendriksson Olsen fekk ikki vant við fullari ferð í dag, tí hann hevur so ilt í stórutá. Orsøkin til pínuna er ein túrur í vektrúminum.
Hoyr samrøðuna við at trýsta á pílin undir myndini
- Eg lyfti eina tíggju kilo vekt, men sá ikki at ein fimm kilo vekt var uttast á. Hon datt niður á stórutá. Eg fekk nakað so ilt, men kundi ikki ýla, tí so nógv fólk vóru til staðar. Hetta er býttasti skaðin nakantíð, sigur Brandur Hendriksson.
Les eisini: Venjingin staðfesti uppstillingina
Hann fær eina lokaldoyving undan dystinum, soleiðis at hann verður tøkur. Tað er líkt til, at Brandur skal spæla á øðrum av framrættaðu plássunum í eini 3-4-3 spælskipan, sum tó mest mekur at líkjast eini 5-4-1, tá hinir hava bóltin.
Les eisini: Hatta var ikki reytt kort
- Eg havi spælt líknandi leiklutir í FCK, Vendsyssel, Randers og FH. Tað er eitt sindur meiri verjukent, enn tá eg spæli 10 ari, sum eg havi gjørt á landsliðnum higartil, sigur Brandur Hendriksson.
Hann er ikki í iva um, at vit mugu verða meiri avgjørdir og “kyniskir” til hendan dystin, enn vit vóru móti Aserbadjan seinast. Nations League landsdysturin millum Aserbadjan og Føroyar verður leygardagin klokkan 17. FM1 og In.fo hava beinleiðis frásøgn. Føroyar skulu vinna fyri at hava ein møguleika fyri at koma víðari.