Fótbóltspanelið á Rás2 fer fram til jólar, at fáa útisetar á vitjan. Fyrsti gesturin er Brandur Hendriksson Olsen, sum til dagligt spælir við FCK í Danmark.
Fótbóltspanelið er á Rás2 hvønn friggjadag millum klokkan 16 og 17
Skálvíkingur hevur í ár fingið sítt gjøgnumbrot bæði á landsliðnum, og til eitt vist á FCK liðnum, har hann millum annað avgjørdi steypafinaluna.
Landsliðsmiðvallarin kemur millum annað at greiða yrkisleiðini, hvat tað krevur at blíva ein yrkisfótbóltsspælari og hvat liggur í kortunum fyri framtíðina.
Umframt tað, so hevur Brandur Hendriksson Olsen eisini eina jólagávu við, sum tú kanst vinna.