Brandur Hendriksson Olsen hevur í dag gjørt ein trý ára sáttmála við Helsingborg IF í bestu svensku fótbóltsdeildini, sum eitur Allsvenskan. Hann er fjórði føroyingurin í svenskum fótbólti. Undan honum hava Ábraham Løkin, John Janskor og Finnur Justinussen spælt í Svøríki. Ábraham Løkin og John Janskor spældu í 1981 við Sleipnir IF, sum tá spældi í næstbestu deildini.
- Tað var fyrrverandi ÍF-venjarin, Ronny Geson Gunnarsson, sum tók okkum við til Svøríki. Vit kláraðu báðir at spæla okkum á liðið. John var góður høgri bakkur. Sjálvur fekk eg ein keðiligan skaða í fótliðið, sum gjørdi at eg fór heima aftur sama árið, fortelur Ábraham Løkin í dystarblaðnum hjá Fótbóltssambandinum undan landsdystinum móti Svøríki fyrr í ár.
##med2##
Finnur Justinussen spældi eitt stutt tíðarskeið í 2013 við Jönköpings Södra. Ein uppliving, sum hann minnist væl.
- Eg var í fleiri førum frá 2009 til 2011 til royndarvenjing í Svøríki. Í 2011 fekk eg sáttmála við Jönköpings Södra IF. Men eftir eitt turbulent ár við venjaraskiftið og skaðum, valdi eg at venda heimaftur. Tað var eitt stuttligt og mennandi upplivilsi, har eg sum ungur spælari kom ígjøgnum nógvar avbjóðingar, sigur Finnur Justinussen við dystarblaðið.
##med3##
Hann veit ikki hví fleiri spælarar ikki hava verið í Svøríki, tá tað nú liggur so nær.
- Eg havi torført við at geva eitt boð um hví. Fótbólturin er á einum góðum stigi, har flest øll liðini í teimum ovaru deildunum hava eitt fulltíðar setup. Eg haldi avgjørt, at tað er eitt áhugavert land at spæla fótbólt í. Kanska fara vit at fáa eyguni upp fyri teimum svensku deildunum, og fáa fleiri føroyingar at fara handavegin, sigur Finnur Justinussen.
Svøríki vann báðar landsdystirnar móti Føroyum í EM 2020 undankappingini. Teir vunnu 4-0 á Tórsvølli og 3-0 á Friends Arena í Stokkhólmi.