?Brandur hevur alt, ein tónleikari skal hava?, segði ein tónleikakønur áskoðari undir konsertini hjá Brandi Enni í kvøld. Brandur Enni var í toppformi, tá hann fór á lítla pallin hjá Føroya Tele í fantastiska góðveðrinum í kvøld. Við sær hevði hann beiggja sín, Trónd Enni, Heiðrunn Petersen á violin og Henning Nicodemussen á slagverki. - Tað er deiligt at spæla á Summarfestivalinum aftur. - Tað eru fýra ár síðan seinast, og tí eri eg ordiliga glaður um at vera her í kvøld, segði ein glaður og vælnøgdur Brandur eftir framførsluna, har hann fyrst og fremst spældi løg av nýggjastu fløguni, ?Sometimes truth needs a lie?. Løgini hjá Brandi vóru væl móttikin av fólkinum, ið vóru komin at lurta eftir barnastjórnuni, sum nú avgjørt er blivin vaksin. Serliga nýggja lagið, ?Constant State?, riggaðir ótrúliga væl, og tað var ongin ivi um, at hetta er tilfar vit kunnu gleða okkum til at hoyra, tá tað kemur út á fløgu. Brandur spældi eisini eitt coverlag eftir Tom Paxton, sum Steintór Rasmussen hevur umsett til Føroykst, ?Tú fær mín morgin?. At enda spældi Brandur sera vælumtókta og fólkakæra hittið, ?Heimið?, men tey, ið vóru komin at hoyra ?Waiting in the moonlight? vóru komin til fánýtis, Brandur bíðar helst ikki longur. - Hann er farin víðari.










