Tað er sannlíkt, at Brandur Hendriksson Olsen eftir nýggjár fer at umboða annað felag enn FCK, sum er topplið í superliguni.
Eb.dk veit at siga, at føroyski landsliðsspælarin er troyttur av at bíða eftir møguleikanum at sleppa framat á besta liðnum, og at hann ynskir at verða útleigaður til minni felag í bestu donsku deildini ella felag í næstbestu deildini, har møguleikin er størri at sleppa framat á besta liðnum.
-Tað er greitt, at løtan kemur, tá ið eg verði noyddur at flyta til annað felag fyri at sleppa framat at spæla, so menningin kann halda fram. Kappingin her er ógvuliga hørð, so nú tosa vit um møguleikan at skifta felag, sigur Brandur Hendriksson Olsen við eb.dk.
FCK venjarin Ståle Solbakken sigur soleiðis:
-Vit tosa við Brand um møguleikan fyri, at hann – fyribils – skal umboða annað felag.
Undan summarsteðginum gekk tað væl hjá Brandi, sum var sera eyðsýndur og eitt nú skoraði sigursmálið til 3-2 í longdu leiktíðini í steypafinaluni ímóti FC Vestsjælland. Í nýggja kappingarárinum hevur hann verið millum lítið og einki á besta liðnum, og vánirnar eru einki serligar, nú kappingin um plássini er so stór. Eitt nú var Brandur als ikki í hópinum sunnudagin, tá ið FCK var í Herning, har toppdysturin ímóti FCM orsaka av veðri varð avlýstur.
Brandur, sum seinni í mánaðinum verður 20 ár, er sáttmálabundin í FCK fram til á sumri í 2017. Hóast hann ikki er á besta liðnum, so sigur hann seg framvegis vera fegnan um at vera partur av felagnum.










