Fyri løtu síðani fekk in.fo/Rás2 orðið á Brand Jacobsen, formann í Víkingi.
Brandur var fegin og stoltur um at hava upplivað ein minniligan fótbóltsdyst, sum hann metir verða ein sigur fyri allan føroyskan fótbólt.
Brandur ásannar, at nú verða fleiri pengar til felagið, men hann undirstrikar, at øktu inntøkurnar skulu brúkast til at stabilisera felagið. Hann leggur eisini herðslu á, at nú ræður um at hava beinini væl plantaði á jørðini, og ikki lata seg taka av fótum av teimum góðu úrslitunum.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI og hoyr samrøðuna við Brand Jacobsen.
Á myndini frá lokala Tromsø-blaðnum, Nordlys síggja vit spælarar og fjepparar hjá Víkingi stórfegnast á Alfheim leikvøllinum í Tromsø.










