##med2##
- Eg var klárur at fagna málinum hjá Jóannes (Bjartalíð red.). Orðini eigur Brandur H. Olsen, ið eins og hinir liðfelagarnir staðfestir góðan stríðsvilja, men tað svíður, at Føroyar ikki fingu málið sum Jóannes Bjartalíð átti at havt skorað, og tað svíður eisini, at 0-2 gjørdist til 0-4 seinastu løtuna av dystinum.
Brandur H. Olsen heldur, at liðið kann standa við sítt avrik burtursæð frá teimum seinastu átta minuttunum.
Landsliðsvenjarin, Lars Olsen er fegin um leikliga avrikið og hvussu menn stríddust, men 0-4 fekk tað at síggja ov ljótt út.
Lars Olsen ger tó greitt, at Spania er nógv tað besta liðið í bólkinum. Rumenia sum vitjar á Tórsvølli 12. oktober er eitt sterkt lið, men ikki nær til so sterkt sum Spania. Men Rumenia verður framvegis ein stór og tung uppgáva hjá føroyska liðnum.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðurnar Tróndur Arge gjørdi við Brand H. Olsen og Lars Olsen aftaná dystin millum Spania og Føroyar.
HER ber til at hoyra samrøðurnar Tróndur Arge gjørdi við Jóannes Bjartalíð og Andrias Eriksen.
HER ber til at hoyra samrøðurnar Tróndur Arge gjørdi við Atla Gregersen, liðskipara og Sølva Vatnhamar.