Brandur: Eg havi ongantíð uppliva Tórsvøll soleiðis

- Tað er mest við stoltleika, at eg hyggi aftur á dystin móti Danmark

​​​​Føroyska landsliðið hevur havt tíðindafund undan landsdystinum móti Moldova, sum verður í annaðkvøld á Tórsvølli. Á tíðindafundinum var Brandur Hendriksson sum umboð fyri landsliðsspælararnar. Skálvíkingurin er errin av avrikinum móti Danmark, men samstundis iðrar hann seg um, at sensatiónin glapp í evstu løtu.

 

- Tað er mest við stoltleika, at eg hyggi aftur á dystin, men eg iðri meg eisini um úrslitið. Vit spæla móti einum landsliðið, ið er komið langt og hevur klárað seg væl. Men stoltleiki er tað orðið, sum stendur sterkast. Vit fingu uppreisn, segði Brandur Hendriksson á tíðindafundinum í dag, og legði afturat:

 

- Eg havi ikki upplivað Tórsvøll upp á hendan mátan fyrr. Tað kókaði longu frá fyrsta minutti, tað kókaði tá málið hjá teimum bleiv kolldømt, tað kókaði tá vit fóru í álop og tað kókaði, tá teir brendu sínar møguleikar. Tað var eisini fantastiskt, at síggja fimm túsund áskoðarar hoppa og dansa á Tórsvølli, segði Brandur Hendriksson.

 

Miðvallarin úr svenska Helsingborg fór úr venjingini við binding um knæið, eftir ein samanstoyt í venjingini í dag. Hetta var eftir, at tíðindafundurin var. Tað er óvist, um Brandur Hendriksson spælir, men hann  hevur sínar meting av hvat skal til.

 

- Vit hyggja eftir brotum frá teirra dystum, og skulu vit finna teirra veikur síður, og finna út av hvussu vit útnytta tað. Spæla vit okkara spæl, so koma vit heilt víst til kjansir, men vit skulu raka rætt mentalt, so vit eru hundrað prosent til dystin. Vit skulu finna røttu javnagina, sigur Brandur Hendriksson, sum eisini er hálvur vestmenningur.

 

Føroyar spæla í annaðkvøld klokkan 19.45 móti Moldova á Tórsvølli. Hetta er triði og seinasti landsdysturin á hesum sinni. Seinast liðini møttust endaði tað við javnleiki 1-1. Meinhard E. Olsen skoraði føroyska málið.

 

##ms##