Brandur Sandoy, løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin, er so dundrandi ósamdur við floksfelaga og partamann sín, Christian Andreasen, sum á tingi hevur sagt, at samgongan eigur at umhugsa at leggja Strandfaraskip Landsins í eitt alment partafelag.
Tí heldur Christian Andreasen sambært In.fo í dag, at samgongan eigur at umhugsa at umskipa Strandfaraskip Landsins. - Skipini hjá strandferðsluni kunnu so verða almenna innskotið í partafelagið, og so kann landskassin rinda eina fasta upphædd um árið í partafelagið fyri at røkja siglingina.
Christian Andreasen helt fyri, at almenna partafelagið fær inntøkurnar av ferðaseðlum og farmagjaldi, og felagið syrgir so fyri at endurnýggja flotan eftir tørvi.
- So kann landskassin annars vera leysur av Strandferðsluni, tí eg dugi ikki at síggja, at tað skal vera uppgávan hjá landinum at fáast við at flyta fólk og farm millum oyggjar, varð Christian Andreasen endurgivin á In.fo í dag fyri at siga.
Brandur Sandoy, sum eisini er løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin, tekur eftir øllum at døma slett ikki undir við partamanni sínum, tí á sínum Facebook-vanga í kvøld sigur hann, at ”… makan til vrøvl skal man leita leingi eftir…” og sipar til tað, sum Christian Andreasen hevur sagt á tingsins røðarapalli.
- Tað, sum alt strandar upp á, er, at man frá landsins síðu ikki hevur viljað játtað pengar til rakstur og íløgur av skipunum, ið røkja innanoyggjasigling.
Brandur Sandoy sigur, at einki alment partafelag kemur at bøta upp á hesi viðurskifti, tí siglingin innanoyggja gevur eitt stórt hall á hvørjum ári, og hetta hall verður ikki burtur fyri tað, um raksturin er í partafelagsformi.
- Nei, heldur skulu vit leggja eina langtíðarætlan fyri endurnýggjan av flotanum og byggja nýggju skipini á føroysku skipasmiðjunum. Eisini skulu vit hækka játtanina til rakstur av leiðunum, so peningur er tøkur til meiri viðlíkahald.
##med2##
Og so leggur Brandur Sandoy aftrat, tá hann ger viðmerkingar til tað, sum partamaður hansara, Christian Andreasen, hevur sagt:
- Tað er so lætt at sita turrskøddur í Havn og gera seg klókan upp á ting, man ongantíð kemur í kontakt við. Tað verður so ikki við Brandi, at henda ætlanin verður veruleiki. Hinvegin er neyðugt at hyggja upp á bygnaðin av stovninum, SSL, leggur Brandur Sandoy aftrat.











