Brandur aftur á blettinum

Tað gongur strúkandi hjá føroyska landsliðsmiðvallaranum í FCK.

Brandur H. Olsen hevur seinasta tíðarskeiðið skotið tvey umráðandi mál fyri FCK, og í dag fekk hann so á fyrsta sinni møguleikan frá byrjan, tá ið FCK var á vitjan hjá SønderjyskE.


Steve de Ridder legði gestirnar á odda 1-0 í 15. minutti, og seks minuttir seinni var Brandur H. Olsen á blettinum og økti til 2-0. Hann stútaði bóltin í netið eftir innlegg frá Christoffer Remmer.


Átta minuttir fyri leiklok minkaði Marvin Pourié til 2-1, men tættari enn tað kom SønderjyskE, sum annars fekk tveir mans útvístar, ongantíð.


Dysturin endaði sostatt við 2-1-sigri til FCK, sum longu frammanundan hevur tryggjað sær silvurheiðursmerkini.