Brandstøðin 75 ár

Mikudagin 1. oktober var hátíðarhald á Brandstøðini í Havn í sambandi við at støðin fylti 75 ár.

Tað var í 1994, at Brandstøðin flutti í núverandi høli við Oyggjarvegin. Framman undan hevði Brandstøðin hildið til í Varðagøtu síðani 1965.


Fleiri akfør eru á brandstøðini. Teirra millum eru tvær sproytur, ein tangabilur og ein stigabilur. Eisini eru tveir leiðarabilar á støðini. Elsta sproytan á brandstøðini er ein sannur savnslutur. Hon er frá 1776 og hevur áskriftina “Den kongelige Handel Thorshavn”. Elsti brandbilurin er frá 1937, ein danskur Triangel, sum varð keyptur til Føroya í 1962 fyri 800 krónur.


Á Brandstøðini er um 30 sløkkiliðsfólk, umframt mekanikarar og skrivstovufólk.