Í kvøld verður ársins stóra tónleikabrak í Hoyvíkshøllini, tá Showmenn & Co fara at blæsa ungdómin úr áttatiarunum – aftur í áttatiárini.
Tað er hondbóltsfelagið H71, sum skipar fyri afturvendandi tiltakinum, ið triðja árið á rað verður hildið í stórum stíli í Hoyvíkshøllini í kvøld.
Nýggja eldra ættarliðið í Hoyvík – tey sum vóru ung í áttatiárunum, skipa fyri tiltakinum, til frama fyri ungdómsarbeiðið hjá hondbóltsfelagnum H71. Tiltakið er fyri øll, men serliga fyri tey, sum bara halda 80'aratónleik vera tað allarbesta.
Tað verða aftur hesaferð Showmwenn, sum fara á pall – í ár er unga sangarinnan, Jóhanna Norðberg Niclasen úr sangleikinum Grease, eisini við teimum gomlu gubbunum úr Showmonum. Men har verður okkurt annað yvirraskilsi eisini, siga showmenninir.
Teir spæla kend og dansiglað løg, meðan Niels og Finn Jensen, sum vóru plátuvendarar í áttatiárunum spæla 80'arahitt oman á 80'arahitt.
Atgongumerkjasølan hevur aftur í ár gingið sum smurt, og vórðu øll atgongumerkini seld at kalla við ein brest.
Stóra brakið í Hoyvíkshøllini í kvøld byrjar klokkan 23.00 og endar fyri klokkan 04.
Myndirnar eru tikinar, meðan gjørt varð klárt til tiltakið í gjárkvldið.
Trýsti á myndina fyri at síggja kykmyndir frá ljóðroyndini hjá Showmonnum í gjárkvøldið.