Eystanstevna
Seinastu tvey árini hevur verið skipað fyri uttandura poppkonsert á parkeringsøkinum omanfyri handilin, Brotið í Saltangará. Ætlanin hjá stigtakarunum er, at konsertin skal gerast eitt afturvendandi tiltak.
Á konsertini í ár luttaka bólkarnir, Týr, I am og Høgni Lisberg.
Tað er Mentanarhúsfelagið, sum skipar fyri.
Eydnast er at fáa nakrar av allarfremstu tónleikabólkunum og sangarum í Føroyum at luttaka.
Týr á heimavølli
Á Eystanstevnu spæla Týr á heimavølli. Seinasta heyst flutti størri parturin av manningini heimaftur til Føroya eftir fleiri ár í útlegd í Keypmannahavn. Nú venur Týr í Saltangará, og teir hava júst fingið ein guitarspælara aftrat. Eftir at fleiri góðir menn høvdu roynt seg, valdi bólkurin ein íslendskan víking.
Seinasta árið hevur Týr verið víða og spælt til ymisk tiltøk, eitt nú í Ruslandi, Letlandi, Noregi, Póllandi, Danmark og fleiri ferðir í Íslandi.
Síðan stóra hittið, Ormurin Langi, hevur bólkurin havt eitt serligt pláss í hjartanum hjá rokkelskandi norðurlendingum. Útgávurnar, How Far To Asgaard og Eric The Red eru givnar út í fleiri londum.
Á Eystanstevnukonsertini fara Týr at spæla øll tey kendu løgini, har fleiri teirra hava eyðkenda føroyska stevið og sum hava gjørt Týr til nakað serstakt føroyskt.
I am
Síðan gospelbólkurin, I am, varð stovnaður, hevur bólkurin verið kendur fyri at gera góðan melodiøsan rocktónleik við andaligum boðskapi. Bólkurin hevur luttikið á Prix Føroyar fleiri ferðir við góðum úrslitum, og í fjør vann I am føroyska Gospel Prix?ið.
I am gav í 1999 út fyrru fløguna, Cast. Á fløguni vóru eitt nú tvey løg, Alla leið og Willy vs. Jesus, sum gjørdist nr. 1 á 15 teimum bestu. Eisini løgini, Friðsæl stund og Believe, hava verið ovast á føroyska listanum. Í fjør kom onnur útgáva hjá I am "xthree.one.four, sum hevur selt sera væl í Føroyum, og sum eisini er givin út í Danmark. Í løtuni fyrireika teir seg til summarkonsertferð í Evropu. Men fyrst verða teir at hoyra á Eystanstevnu, leygarkvøldið, 12. juni.
Høgni Lisberg
Høgni Lisberg er kendur sum trummusláari í Clickhaze, men í fjør gav hann út eina solofløgu, Most Beautiful Things, við egnum tekstum og løgum. Fløgan hevur fingið góð ummæli frá altjóða ummælarum.
Eisini í Føroyum er fløgan væl móttikin.
Atgongumerkini til konsertina kosta 120 krónur. Tey fáast til keyps í Kiosk Vár og í Kunningarstovuni í Saltangará. Við dyrnar kostar atgongumerkið 150 krónur.