Í dag millum kl 16-18 hevur Bragdið móttøku í Miðlahúsinum í sambandið við 60 ára stovningardag felagsins
Í morgin, mikudagin 17. oktober, eru 60 ár liðin síðan upprunaliga stovningardagin hjá Bragdinum.
- Bragdið er ítróttarfelag fyri frælsa ítrótt í meginøkinum og er eitt av fimm feløgum undir FÍF, sum er sersamband fyri frælsa ítrótt. Bragdið varð stovnað av átta ungum eldsálum úr fimleikafelagnum, og endamálið var at íðka frælsa ítrótt, sigur felagið í tíðindaskriv.
Úr gerðabók felagsins kann lesast, at ?Limur kann gerast hvør drongur, ið hevur fylt 14 ár.?
Felagið hevur verið meira og minni virkið hesi árini, og okkurt tíðarskeiði hevur einki virksemi verið. Í kjalarvørrinum av Oyggjaleikunum í 1985 varð stig tikið til at endurstovnað felagið í 1987, og er virksemið støðugt vaksið síðani. Nú eru fimm feløg kring landið.
- Bragdið hevur seinastu árini lagt stóran dent á eitt miðvíst ungdómsarbeiði fyri at menna hesa ítróttargrein soleiðis, at tað við framtíðini í huga kunnu skapast úrslit, sum eru á altjóða støði. Vánaligu umstøðurnar higartil, hava tíbetur ikki forðað fyri, at eldsálir í felagnum hava lyft eina stóra uppgávu og ment felagið so mikið, at stór tøk kunnu takast og hetta síggja vit m.a. í stóru afturvendandi tiltøkunum sum Flaggdagsrenningini, Ólavsøkurenningini, Tórshavn Marathon, Kvinnurenningini og Fólkheilsurenningini, umframt fleiri aðrar minni kappingar innan frælsa ítrótt sum heild, sigur felagið.
Nú bragdar við umstøðunum til at íðka frælsa ítrótt, nú eitt stadion verður klárt at taka í nýtslu komandi summar, og felagið stendur tískil við eitt vegamót á sínum 60 ára degi og skal stinga út í kortið og seta sær enn størri mál.
- Felagið takkar øllum, eldsálum í felagnum, einstaklingum og virkjum, sum við sínum stuðil á ein hvønn hátt hava gjørt tað møguligt, at menna felagið, sigur felagið.
Stovningardagurin verður hildin við móttøku í Miðlahúsinum í dag kl. 16-18, har øll eru hjartaliga vælkomin og her verður eisini møguleiki fyri at hitta fleiri av stigtakarunum til felagið.