Ítróttarfelagið Bragdið hevur havt aðalfund í hølunum hjá ÍSF í Gundadali.
Tríggjar framløgur vóru á aðalfundinum, fyrst á skránni var formansfrágreiðingin, síðani var roknskapurin lagdur fram, og til seinast var ein framløga um limaviðurskifti og tilgongd av limum. Skráin var sambart lógum felagsins, og var eittans uppskot komið nevndini í hendi, og bleiv hetta viðtikið.
Tríggir nevndarlimir og tiltakslimur stóðu fyri vali. Nevndarlimirnir blivu allir afturvaldir, Robert Vilhelmsen er nýggjur tiltakslimur, nevndin er sostatt óbroytt, í nevndini eru Fríðrikur Bláhamar, formaður, Anna Maria Seloy, næstformaður, Niels Jákup Jakobsen, kassameistari, Michael Feldballe, limarøktari, Árna Fjallstein, nevndarlimur, og Robert Vilhelmsen, tiltakslimur










