Bragd av U21 í Baka

Gunnar Nielsen bjargaði brotssparki og Leivi Hanssen helt høvdið kalt, tá hann móti dystarenda fekk sama javnleik

Fótbóltur

 

Hýrurin í føroysku U21-leguni var í topp, tá teir í gjár fóru undir ferðina úr Baku í Aserbadjan til Athen í Grikkalandi.

2-2 javnleikurin í Baku merkir nevnliga, at føroyska liðið ikki endar á afasta sessinum í bólkinum, og tað var fyrst og fremst hetta, sum var málið.

 

Hitin darvaði

Men tað var nú ikki uttan trupulleikar, at føroyska liðið bjargaði sær einum stigi í Baku.

- Hitin var øgiligur í fyrra hálvleiki, men tá sólin fór vesturum eftir steðgin gjørdist tað nógv betri. Og í øðrum hávlleiki vóru vit tað skapandi liðið, sigur Heðin Askham, sum er annar av venjarunum hjá føroyska liðnum.

Azerbaidjan legði seg á odda 1-0 í 20. minutti, men fimm minuttir seinni javnaði Gudmund Nielsen úr B71 til 1-1. Azerbaidjan legði seg aftur á odda 2-1 eftir 32 minuttum. Tá eitt korter restaði bleiv Levi Hanssen hjá EB/Streymi feldur í brotssteiginum, og dómarin var ivaleysur, og dømdi brotsspark til Føroyar. Levi vildi sleppa at skjóta sjálvur, og setti hann bóltin í netið til javnleik 2-2, sum gjørdist endaliga úrslitið.

Stóra føroyska hetjan mundi tó vera Gunnar Nielsen í føroyska málinum. Umframt at trýstið á føroyska málið var stórt, so bjargaði hann eisini einum brotssparki, sum kundi punkterað dystin fyri okkara viðkomandi.

Í yvirtíðini hevði Sølvi Vatnhamar eitt rimmarskot frá 25 metrum, sum azerbaidjanski málverjin á undrunnarveradan hátt fekk jústað upp um trýkantin, annars hevði verið talan um aldarinnar føroyska landsliðsmál, verður sagt.