Bradford í finaluni

Fyri fyrstu ferð í meiri enn 50 ár er eitt lið úr fjórðu bestu ensku deildini komið allan vegin í League Cup finaluna, sum í hesum døgum eitur Capital One Cup.

 

Tað hendi hóast liðið í kvøld tapti móti Aston Villa á útivølli við 2-1. Men fyrri dysturin endaði við 3-1 sigri til League Two liðið, so samlað kom Bradford sær í finaluna við 4-3 sigri.

 

Aston Villa hevði meginpartin av spælinum í fyrra hálvleiki og kom eisini á odda, tá Christian Benteke stýrdi einum innleggi frá Joe Bennett í málið.

 

Men nakað inn í seinna hjálvleik endurvann Bradford sína tvey máls leiðslu, tá James Hanson stútaði bóltin í málið.

 

Spenningur kom í dystin aftur, tá Andreas Weimann legði Aston Villa á odda aftur ein minutt áðrenn tíð, men hóast fýra minuttir vórðu leiktir inn í yvirtíðina, helt Bradford stand og er sum fyrsta felagið úr fjórðu bestu ensku deildini í League Cup finaluni.

 

Seinna hálvfinalan millum Swansea og Chelsea verður leikt í morgin, tá Swansea tekur ímóti við einum 2-0 sigri frá fyrru hálvfinaluni.