Amerikanska løgreglan hevur júst funnið Hollywoodstjørnuna Brad Renfro deyðan í íbúð síni í Los Angeles. Í 1994 fekk Renfro gjøgnumbrot sítt í filmatiseringini av bókini hjá John Grisham ?The Klient?. Hóast Renfro bert var 12 ár um hetta mundið, var hann tá sagdur at vera millum størstu stjørnurnar undir 30 ár og hann spældi við í einari rúgvu av kultfilmum.
Seinni hevur Renfro havt nógvar trupulleikar við rúsevnir og hann hevur tí fleiri ferðir eisini havt trupulleikar við løgregluna.
Enn veit amerikanska løgreglan ikki at siga, hví Renfro doyði ? men deyði hansara hevur helst okkurt við rúsevnir at gera.