Cruise heldur, at amerikanska stjórnin eigur at gera eina lóg fyri at broyta atburðin hjá nógvu nærgangandi paparazziarunum. Brad og dama hansara Angelina Jolie eru vón við at amerikanskir myndamenn halda eyga við teimum og tey hava góðtikið, at tað hoyrir við til at vera kendur í USA. Í eini samrøðu í amerikansku sendingini ?Today? sigur Pitt tó, at reglur eftir hansara tykki eiga at vera, sum forða myndamonnunum í at fara ov tætt upp á.
- Lat meg siga tað beinleiðis. Eg hati teir og eg skilji ikki, at teir tíma at gera tílíkt til arbeiði teirra. Vit eru noydd at skilja ímillum myndamennirnar, sum taka myndir av kendum til serligar hendingar og myndamennirnar, sum klintra upp um múrar, ganga í camouflageklæðum, rópa ljót orð eftir børnunum hjá einum fyri at fáa tey at reagera, tá ið man bert roynir at fylgja teimum í skúla. Eg havi als onga virðing fyri teimum og eg skilji als ikki, at tey kunnu liva soleiðis. Ein lóg burdi verið ímóti teimum, so tey ikki longur sleppa at forfylgja børnunum hjá einum á ein tílíkan hátt, sigur hann.