Brævdúgvan missir flogið

Er endamálið at skerja brævdúgvuna, so hon missir flogið og harvið borgaran úr eygsjón?

Vit sóu tað við Farmaleiðum. Vit síggja tað við Bygdaleiðum. Heldur enn strategiskar broytingar í samráð við fólkið, so verður salamiuppskriftin nýtt fyri at niðurpína eina almenna tænastu, so hon at enda er á einum so vánaligum støði, at hon meira kennist sum haft um beinið á borgarunum, enn nakað annað. Vónandi verður hettar ikki støðan hjá Postverkinum.

Kann bara siga fyri Sands Kommunu, at tað kennist hugstoytt, nú vit royna at skipa eina handils- og tænastusinnaða miðbygd, mitt í Sandoynni, at hoyra at nýgjørda posthúsið skal roytast upp við rót úr vælskipaða tænastuumhvørvinum. Vónandi er hettar ein misskiljing, ið byggir á vantandi innlit í tað umhvørvi, sum vit við stríð og strev, against all odds, royna at fáa á føtur her á Sandi.

Fari tí bert at boða frá, at Sands Kommuna fegin vil dialogin við posthúsleiðsluna, í royndini at varðveita og menna posttænastuna her í nærumhvørvinum, og ivist eg onga løtu í, at henda tænasta saman við hinum tænastutilboðunum til borgaran, kann mennast enn meira, sum partur av einum tænastutyssi til gest, sum búgvandi borgara í Sandoynni.