Brøðurnir út í bók

Brøðrarørslan hevur gjørt nógv meira um seg, enn flest fólk ásanna

- Á átrúnaðarliga økinum hevur eingin rørsla havt størri árin á føroyska samfelagið enn Brøðrarørslan. Henda rørsla tók seg upp í smáum, tá ið nýtíðin tók við í oyggjunum í seinnu helvt 19. aldar; men frá byrjan 20. aldar fekk rørslan viðburð, og alsamt fleiri føroyingar nærkaðust hesum átrúnaðarliga ráki, og sjálvstøðugar samkomur vórðu settar á stovn í mongum bygdum. Serliga aftan á fyrra heimsbardaga tók fjøld av fiski- og arbeiðsmonnum undir við sjónarmiðum og trúgv brøðrarørslunnar. Kvinnur og menn um alt landið kvittaðu við gomlu donsku statskirkjuna og gjørdust limir í samkomum, sum fólk sjálv settu á stovn. Hesi fólk vórðu kallað "brøður" og "systrar", men millum manna vanliga "baptistar".
Soleiðis verður sagt í kunning um nýggju bókina Brøður í Føroyum, ið er ritgerð, sum Tórður Jóansson skrivaði til doktaraheiti á Universitetinum í Glasgow frá 2007 til 2012.
- Ritgerðin er grundað á fjølbroytta gransking í til dømis fyribrigdunum tjóð, móðurmál, tjóðbygging, eins og ástøði viðvíkjandi trúboðan, mentasøgu og -gransking. Eisini verður farið ígjøgnum politisku, mentaligu, vinnuligu og búskaparligu søgu Føroya, har brøðrarørslan gjørdi nógv meira um seg enn flestu fólk ásanna. So statt er søgan hjá føroysku brøðrarørsluni gjølliga søgd og viðgjørd.
Í desember í fjør gav forlag Fróðskaparsetursins, Fróðskapur, út ensku bókina, sum eitur Brethren in the Faroes. Og eftir fleiri áheitanum varð bókin týdd til føroyskt, og forlagið Sprotin gevur nú út bókina Brøður í Føroyum.