Brúðurin var málleys

Brúðgómurin Herman Petersen stóð sjálvur fyri øllum fyrireikingunum til brúdleypið hjá honum og Amandu leygardagin. Konufólk, sum altíð halda seg vita best, hava nakað at læra, sigur Amanda Petersen, sum var ovurfegin um hesa kærleiksváttanina frá manninum

Øðrvísi leiklutir


Tá ið tvey taka avgerðina um at giftast, plagr tað at vera komandi brúðurin, sum fer til verka. Næstan altíð er tað hon, sum ger av, hvussu brúðarbukettin skal síggja út, hvussu borðini skulu prýðast og so framvegis.

Men hjá Amandu og Herman Petersen, sum giftust leygardagin, var alt øðrvísi. Hann skipaði einsamallur fyri øllum teimum fyrireikingunum.

Amanda og Herman hava kenst í 16 ár. Tey hittust fyrstu ferð á Zarepta, tá ið tey vóru ávikavist 14 og 13 ára gomul.

Í áravís vóru tey bara góðir vinir, men tá ið Amanda fyri tveimum árum síðan flutrti úr Sumba til Havnar, ringdi hon til Herman og boðaði frá, at hon kom at vitja.

- Hon ikki so frægt sum spurdi, um eg havði nakra gentu, hon kom bara, sigur Herman.

- Amanda dylur ikki, at hon øll árini hevur havt gott eyga á Hermani, men tað hevur altíð verið onkur forðing. Tá ið hon so flutti til Havnar, setti hon í seg, at nú skuldi nakað henda.

Tað gekk bara hálvt ár, til hann flutti inni hjá henni og teimum báðum børnum hennara, sum harvið fingu ein pápa aftrat.

Í vár tosaåu tey um at halda ein rimmar 60 ára føðingardag, við tað at tey bæði vóru 30 ár.

- Eg helt sjálvur, at vit í staðin áttu at gift okkum, og eitt kvøldið, vit vóru úti saman við systir hennara, sum hevði ring, spurdi eg, um vit ikki eisini skuldu taka ring uppá, sigur Herman.

- Tú spurdi eisini ordiliga, um vit ikki skuldu giftast, men eg helt hann skemta, sigur Amanda.

Tað gingu tveir dagar, so spurdi hon hann, um hann meinti tað, og tað gjørdi hann.

So var at áseta dagin, og tey hugsaðu sær at giftast í oktober mánaði, men tað hevði ikki verið so væl valt, tí tá fóru fleiri av teirra vinfólkum og skyldfólkum í Danmark. Tí komu tey til, at betri var at hava brúdleypið fyrst í august, beint eftir ólavsøku, meðan øll tey fólkini vóru heima. Tíðin var knøpp, men tað fór at bera til, vóru tey samd um.

Hon reyk avstað at keypa sær kjóla og klæðir til børnini.

Amanda visti ikki av, at hann longu hevði verið og hugt at ringum, og tað vildi so til, at tá ið tey bæði fóru í býin at keypa ringar, fall hon fyri somu ringum, sum hann hevði hugsað sær.

Mamma hennara og Herman komu at tosa um, at tað hevði verið stuttligt, um hann valdi brúðarbukettina, og tað bleiv til meira enn tað. Hann vildi eisini einsamallur ráða fyri, hvussu borðini skuldu prýðast.

- Eg visti, hvat henni dámdi, og eg fór avstað og segði, hvat eg vildi hava av dúkum. Mær varð sagt, at tað bar ikki til, sum eg ætlaði, men eg var treiskur, so eg keypti ráhvítar dúkar og blámynstrutan løbara við líka vorðnum serviettum, sigur Herman.

Tá ið hann fór í býin, hevði hann vermammuna við, men tað hevði ikki verið neyðugt, tí hann spurdi hana ongantíð til ráðs. Hon gekk bara í hølunum á honum og helt hann duga væl at velja.

Hann keypti smáar urtapottar við grønum og hvítum, tí alt skuldi ikki vera blátt. Silvurfat valdi hann at seta á borðið vð sandi, skeljum og stórum ljósum á.

- Eg má viðganga, at eitt sindur av fjáltri var á mær, perfeksionistur sum eg eri, sigur Amanda, sum noyddist at svølgja nógv, áðrenn hon góðtók, at hann eisini skuldi velja brúðarbukettina. Hinvegin høvdu tey kenst í so nógv ár, at hon tordi at hava álit á honum.

Kvinnan, sum skuldi gera brúðarbukettina, noyddist at ringja til Amandu fyri at fáa at vita, hvussu kjólin sá út, og hvussu høg hon var. Tað fekk kvinnan at vita, men Amanda fekk einki at vita um brúðarbukettina.

- Hetta var so avgjørt øðrvísi uppgávubýti. Tað ger einki um, um vit kvinnur eina løtu sleppa kontrollinum og lata mannin eisini sleppa at ráða í slíkum, tá ið tað vísir seg, at hann dugir, sigur Amanda.

Herman kom væl burtur úr tí, sjálvt um hann ongantíð hevði roynt slíkt áður. Frammanundan hevði hann verið í býnum og slotað, og hann hevði eisini verið á netinum, men valið var hansara egna.

Einasta íkast hjá Amandu var at gera serviettringar. Hon spurdi pent Herman, um hon kundi sleppa at gera tað, og tað vísti seg, at ringarnir riggaðu væl til serviettarnar.

Amanda fekk brúðarbukettina í hondina, beint áðrenn tey skuldu av Argjum heim í býráðhúsið at verða vígd.

Bæði tosa tey um, hvussu væl Heðin Mortensen, borgarstjóri dugdi, Hølini vórðu prýdd við blómum og ljósum, og í sambandi við vígsluna helt eitt systkinabarn Amandu eina røðu og eina bøn. Alt var so vakurt.

Brúdleypið stóð í Pálsstovu.

- Eg stóð púra málleys og hugdi bara. Tað sá als ikki út, sum eg hevði væntað. Mær dámdi tað ótrúliga væl, og eg má ásanna, at so væl hevði eg ikki dugað sjálv at gjørt tað. Alt var so fullkomið. Bara so flott, sigur Amanda.

- Tey lata væl at brúdleypinum, sum vardi til út á náttina. Tey høvdu opið hús við sjálvtøkuborði.

Sunnudagin vitjaðu næstringar og góðir vinir heima hjá teimum á Argjum, men út á kvøldið fóru tey at fyrireika seg til brúdleysferðina. Mánanáttina fóru tey bæði við foreldrum hennara ein stuttan túr til Danmarkar á brúdleypsferð.

Amanda mælir øðrum kvinnum til onkuntíð at lata mannin ráða í slíkum førum í staðin fyri altíð at kveistra hann til viks og altíð sjálvar halda seg duga best.

- Og so taki eg tað sum eina stóra kærleiksváttan, alt tað, sum hann gjørdi, sigur brúðurin.