Brúðrar missa tamarhaldið á pengunum

Meiri enn onnurhvør brúður viðgongur, at hon misti tamarhaldið á pengunum í sambandi við brúdleypið. Upprunaliga setir brúðarparið realistisk krøv, men tá brúðurin so skal velja millum vørur og tænastur, tekur hon ofta ta dýraru loysnina. Hetta vísir ein kanning sum bryllup.dk hevur gjørt. Har verður eisini sagt, at brúðgómurin vil ikki forða brúðrini at liva prinsessudreymin út, tí so heldur hon kanska, at hann ikki elskar hana. Sagt verður, at eitt brúdleyp sum ætlandi skuldi kosta 50.000 krónur ofta verður einar 30.000 krónur dýrari.