Brøndby spældi javnt móti Deportivo

Leygardaginr var venjingardystur á Brøndby Leikvøllinum millum Brøndby og kenda spanska felagið, Deportivo La Coruna

Talan var eisini um ein sokallaðan Testimonial fyri at heiðra Per Nielsen, sum spældi sín síðsta dyst fyri Brøndby ígjár. 34 ára gamli miðverjin hevur spælt 548 dystir fyri Brøndby, og var hann eisini stórliga fagnaður ígjár. Deportivo legði seg á odda eftir ein hálvan tíma, men tíðliga í seinna hálvleiki javnaði Morten ”Duncan” Rasmussen fyri Brøndby. Venjarin Tom Køhlert var væl nøgdur við aðalroyndina áðrenn fyrra UEFA Cup dystin, sum verður hóskvøldið. Hann helt liðið sýndi tíðum gott spæl. Mótstøðuliðið í UEFA Cup, B36 fær ein dag minni at fyrireika seg í, enn Brøndby. B36 tekur ímóti EB/Streymi í Gundadali í dag.