Brøndby og B36 fegnast

Martin Ericsen hjá Brøndby og Havgrímur Johannesen hjá B36 eru á einum málið um, at mótstøðuliðið teir drógu, kundi valla verið betri

Havgrímur Johannesen, ið er ein av teimum, sum tekur sær av Formulaliðnum hjá B36, var ógvuliga fegin um lutakastið hjá sínum felag.

– Síggja vit burtur frá lutakastinum hjá EB/Streymi, so kundu vit ikki fingið betri mótstøðulið. Brøndby er fantastiskt hjá okkum, staðfestir Havgrímur Johannesen, sum nevnir fleiri ymsar orsøkir til tess:

– Tað er stutt at ferðast, og tað er bíligt hjá okkum. Vit koma eisini til kendar umstøður, sum eisini hevur stóran týdning, metir Havgrímur Johannesen, sum eisini heldur, at reint ítróttarliga er Brøndby heldur ikki av leið hjá B36. Havgrímur Johannesen skal nú til at fyrireika Danmarkarferðina hjá B36, men hevur tó tíð at geva venjaranum hjá hinum føroyska liðnum í UEFA-Cup, EB/Streymi, eini góð ráð á vegnum:

– Hevði eg verið Sigfríður Clementsen, so hevði eg fari beint oman í Kiosk Aktiv og keypt ein lottoseðil, tí hann hevði garanterað vunnið tíggju milliónir, so heppin hasin maðurin hevur verið seinastu tíðina, argar Havgrímur Johannesen.


Brøndby skal víðari

Svenski miðvallarleikarin hjá Brøndby, Martin Ericsen, hevur fyri donskum miðlum sagt, at lutakastið hjá hansara felag var so at siga optimalt.

– Eg metti, at eitt lið frá Føroyum ella Luksemburg vildi hóska okkum best. Tá tað er sagt, so kenni eg einki til B36 og kann tískil ikki meta um, hvussu sterkt liðið er, sigur Martin Ericsen við heimasíðuna hjá Brøndby. Hann sigur eisini, at hóast øll liðini í modernaðum fótbólti hava uppiborið virðing, so er tað eitt krav hjá Brøndby, at teir spæla seg víðari.