Brøndby møtir Sønderjylland

Sunnudagin gongur leiðin hjá donsku meistarunum til Turkalands á venjingarlegu

Felagið hjá Jón Róa Jacobsen, Brøndby, møtir fríggjadagin HFK Sønderjylland. Dysturin verður helst á graslíkisvøllinum hjá Brøndby, og væntandi verður Jón Rói millum Brøndby-leikararnar á vøllinum.

Nummar 24
Av tí, at fleiri av leikarar eru farnir úr Brøndby í vetrarsteðginum, hava leikararnir í Brøndby fingið nýggj leikaranummar. Á heimasíðuni hjá Brøndby standa leikaranummarini hjá 1.liðs hópinum, og við nummar 24 stendur navni ð hjá Jón Róa. Fyrrverandi HB-leikarin hevur tí longu vunni sær pláss á 1.liði hjá meistaraliðnum.

Til Turkalands
Eftir dystin ímóti HFK Sønderjylland fríggjadagin, gongur leiðin hjá Brøndby til Turkalands á venjingarlegu. Enn er ikki vist, hvørjir leikarar skulu við. Jón Rói er partur av 1.liðshópinum hjá Brøndby, og tí er rættiliga sannlíkt, at hann skal við Turkalands. Hetta fer at hava við sær, at føroyski verjuleikarin ikki verður tøkur hjá Henriki Larsen til venjingarleguna í Spania.