Brøndby hevur fingið eina strúkandi byrjan upp á nýggja kappingarári. Farna vikuskiftið vunnu teir á útivølli móti FC Nordsjælland, og í dag eydnaðist teimum at koppa verandi meistarunum úr AaB.
Á Brøndby Stadion vunnu Tom Køhlert og hansara leikarar við 2-1. Max von Schlebrügge, sum skoraði einasta málið í dystinum móti B36 fyri níggju døgum síðan, stóð í dag fyri báðum málunum hjá heimaliðnum. Hann legði Brøndby á odda eftir einum góðum hálvum tíma, áðrenn Caca javnaði fyri gestirnar tveir minuttir seinni. Verjuleikarin skoraði til endaliga úrslitið, tá ein lítla løta restaði av fyrra hálvleiki.
Brøndby fer nú undir fyrireikingarnar til seinna UEFA CUP-dystin móti B36, sum verður leiktur í Gundadali hóskvøldið.










