Danska Superliga felagið, Brøndbyernes IF, hevur í dag tapt eina sak um frítíðarpening til tríggjar fyrrverandi leikarar. Talan er um Thomas Rasmussen, Martin Ericsson og Peter Madsen, og Brøndby skal rinda teimum trimum tilsamans fýra milliónir krónur.
Tað skrivar eitt nú Tipsbladet.
Brøndby IF hevur í dag móttikið avgerðina í frítíðarpengamálinnum viðvíkjandi teimum trimum leikarunum, sum Fodboldens Voldgift viðgjørdi í juni. Avgerðin hjá Fodboldens Voldgift er, at Brøndby IF skal endurrinda umleið fýra milliónir krónur, íroknað rentur, bøtur og umkostningar viðvíkjandi teimum trimum leikarunum. Fodboldens Voldgift hevur gjørt av, at Brøndby IF skal eftirgjalda pensjón og frítíðarpening til teir tríggjar leikararnar, meðan Brøndby IF er frífunnið í spurninginum um diskriminatión av útlendingum, skrivar felagið í eini fondsfráboðan.
Felagið tekur avgerðina til eftirtektar, meðan tað nú verður bíðað eftir, hvat avgerðin merkir fyri tey mál, sum 56 aðrir spælarar hava reist móti Brøndby.
Brøndby IF tekur avgerðina til eftirtektar og fer nú at brúka komandi dagarnar at nærlesa avgerðina og dómin fyri at meta um, hvat avgerðin merkir fyri málini um hinar 56 fyrrverandi og verandi spælararnar, sum hava reist móti Brøndby IF. Brøndby IF fer komandi vikurnar undir eitt samskifti við Leikarafelagið í eini roynd at loysa tey 56 málini, sigur Brøndby IF víðari.
Roknað verður við, at ein møgulig loysn verður fyridømi fyri hini 1500 málini, sum bíða eftir at verða viðgjørd, og gitt verður um, hvat hetta í ringasta føri kann merkja fyri Brøndby, skrivar Tipsbladet.