Brúðleypsgestirnir endaðu hjá Kjelnæs

Ein ætt sum er sera væl umboðað í gamla kirkjugarð er Kjelnæs. Hon er en av teimum fáu føroysku ættunum, sum hevur nógvar gravsteinar. Til dømis standa fimm steinar í eini røð, og er hetta ættin hjá Johan Christian Djurhuus, tann sokallaði faktorin í Klaksvík. Kona hansara var ein Kjelnæs. Hesa ætt fara vit at koma aftur til. Kona amtmannin Løbner, Anne Sophie, var eisini ein Kjelnæs, fastur Thomas Juel Kjelnæs, skómakara. Henda frásøgn fer at snúgva seg um hann og konu hansara Henrikku

Tann fyrsti Kjelnæs var Thomas Joensen Kjelnæs, sum er ættaður av Kjalnesi í Kollafirði.

Ein sonur hansara var Jacob Kjelnæs, og ein sonur Jac­ob var Thomas Juel Kjelnæs.

Caroline Heinesen, mamma William, búði í sama grannalagi í Bringsna­gøtu. Hon skrivar:

Kjelnæs Gaard

Ved siden af os mod vest var der en gårdsplads, hvor vi børn dansede, når mørket faldt på. Der blev sunget forskellige sange dertil som ”Ohør, nu du sømand som pløjer”, eller Mallebrok, Ole Morske, Zinklarvise og mange andre. Det var en morsom tid.

Skomager Kjelnæs boede der. Hans kone, som hed Rikke og var fra Nolsø, var en prægtig og dygtig kone. Det var hende, som holdt sammen på det hele. Hun passede huset, køerne og alt, bagte julekager og bryst­sukker, som hun solgte nede i Evensens forretning, som dengang kaldtes Krist­nastova. Hun havde en datter, der hed Sofie, som hun altid hersede med. Datt­eren var meget svagt begav­et, men hun kunne dog hjælpe moderen lidt.

Ude i gangen stod der altid en stor krukke eller spand med vand. I den var en øse, der bestod af en kokusnødskal, hvor der var stukket et træskaft i, og der gik alle vi børn og drak vand, når vi dansede eller legede i nabolaget. Hun sagde aldrig noget til det. Hun gik og slæbte alt vandet i Storedam, både til køerne og til det øl, hun bryggede for at kunne få ølgær til julekagerne. Det faldt ingen af os store børn ind at løbe ned i dammen og hente en spand vand til hende til gengæld for alt det vand, vi drak. Hun var et af de mennesker, jeg aldrig kan glemme. Hun var så opofrende mod alle.

Thomas Juel havde altid så meget selskab på værk­stedet af forskellige indi­vider. Når der var bryllup, samledes bryllups­gæsterne i Kjelnæs daglig­stue, som var temmelig stor. Der kom gæsterne og drak kaffe. Bryllupsbordet blev så dækk­et i et andet hus, som også var i besiddelse af en stor stue. I et tredje hus, blev der så danset. Først den smukke brudedans, som blev danset med stor an­­stand, hvortil den gamle bryllupsvise om Isak og Rebekka blev sunget til. Den­gang var der ingen større lokaler, som der senere kom, og hvor man både kunne spise og danse under samme tag.

Sofie Kjelnæs og jeg var fine venner, hun var så trofast og var i det hele taget en god pige, men hun kunne aldrig være ret længe et sted. Hun fartede om i hele nabolaget, så var hun hos Rubek, så hos Kolter­sanna, så hos bødkerens. Mor­en rendte altid efter hende for at få lidt hjælp af hende. Sidste gang jeg så Sofie, det var kort tid før hun døde. Da var hun ikke klar i hovedet. Hun sagde, da vi havde vekslet et par ord: ”Nej, jeg må skynde mig hjem, min mor kalder på mig”, da var hendes mor for længst død, og hun selv var oppe i 60-erne.

Av góðum bergi brotin

Henrikka hevur verið úr góðum bergi brotin. Pápi hennara var Poul í Búð í Nólsoy. Hann var ein av teim­um, sum var við Pløyen amtmanni tann kenda kanningartúrin til Hetland og Orknoyar í 1839. Pløyen gevur honun tað ummæli, at hann var ”en opvakt, driftig Mand, dertil en dyg­tig Fisker og en af Landets bedste Baadebyggere”.

Mamman Rikku var Sús­anne Johannesdatter úr Dals­garði í Skálavík. Hon var kend fyri at vera hitti­norðað, og hennara hittinorð liva enn í Nólsoy.

Thomas Juel og Henrikka fingu børnini: Anna, fødd og deyð í 1854, Ludvig (1856-1936), Jacob (1858-1942), Susanne Margrethe (1861-1945), Anna Sofie, (1866-1928) og Poul (1868-1946)

Jacob fór 16 ára gamal til Tvøroyri at arbeiða hjá T.F. Thomsen og gjørdist høgra hond hjá honum. Aftaná 43 ár kom hann aftur til Havnar og liggur grivin í gamla kirkjugarði.

Ludvig Poul Kjelnæs fór til Klaksvíkar í 1872, har arbeiddi í 60 ár hjá Klaks­víkshandlinum. Her kom hann til ætt. Faktorin, leið­arin á handlinum, var giftur við Onnu Elisabet, f. Kjelnæs, sum man hava verið fastur Ludvig.

Her vóru nógv systkina­børn hjá Ludvig, men óeydna var við fleiri teirra. Læknin Sofus tók lívið av sær. Ein sonur Jacob f. 1860 doyði uppi í Grønlandi í 1883. Hansara ókenda søga verður lýst í einum komandi part av hesi røð saman við lýsing av Faktor­inum og hansara børnum, sum liggja grivin í gamla kirkjugarði í Havn.

Ludvig giftist við Malenu Johannesen f. 1872 í Horni. Hann var eisini limur í fyrsta kommunustýrinum í Klaksvík, og sat hann árini 1908-1914.

Teirra børn vóru Henrikke Sophia f. 1897, Ingeborg f. 1901, Thomas Juel f. 1902, Joen Pauli f. 1904, Henrietta Elisabeth f. 1906, Andrea Sofia f. 1908 og Brynhild f. 1910. Henrietta var omma Toda Jónsson. Tað er vist bert ættin hjá Ludvig sum ber Kjelnæsnavnið í dag. Thomas Juel hjá Ludvig lærdi til bakara í bakarínum hjá pápabeiggjanum Poul Kjelnæs á Húsabrúgv.

Sonur hansara Kári hevur eins og abbin verið limur í býráðnum í Klaksvík í fleiri umførum.

Í gamla kirkjugarði liggur Thomas Juel saman við dótrini Sofie, meðan Hen­rikka liggur lið um lið við systkin síni Anna og Jacob.

 

 

Keldur:

Kári Kjelnæs

Egon Hansen

 

 

________

 

 

 

Næstu ferð

Í komandi parti verður greitt frá søguni um Jens á Lava