Staravegur, vegurin fram við bilasøluni hjá Berg Motors, var stongdur fyri ferðslu, so uppboðssølan av bilunum kundi ganga fyri seg ótarnað.
Uppboðssølan byrjaði klokkan 10 um morgunin, og nógv fólk møttu upp. Summi tí tey høvdu í hyggju at bjóða upp á ein bil og onnur bert fyri at forvitnast. Ein uppboðssøla er áhugaverd, tí har gongur nakað fyri seg. Í hesum førinum var tað Bjørn á Heygum, sum er góðkendur uppboðshaldari, sum skipaði fyri uppboðssøluni. Nógv bjóðaðu upp á bilarnar, og 29 av teimum tilsamans 35 bilunum vórðu seldir, tá uppboðssølan var liðug.