Seinastu tíðina er handilin í Stiðjagøtu í Havn vorðin dagførdur, og nú er handilin enn meira innbjóðandi, enn hann nakrantíð hevur verið áður. Umframt at selja brúkt og góð klæðir, hevur endurnýtsluhandilin eisini hópin av góðum skóm, taskum og vøkrum smúkkum.
Endurnýtsluhandilin er opin hvønn leygardag frá klokkan 10 til 15, og tað eru nógvir leygardagar, har ein heilur hópur av fólki eru inni á gólvinum. Í Stiðjagøtu hevur Reyði Krossur eisini móttøku og innsavning av klæðum, og tað er eisini her, at skiljingin fer fram.
Virksemisleiðari í handlinum er Irena Jacobsen og saman við øðrum, sum taka eina hond í til frama fyri virksemið hjá Reyða Krossi, er hon ein eldsál í hesum arbeiði og hevur gingið á odda at byggja handilin upp.
- Fólk hava tikið sera væl ímóti handlinum í Stiðjagøtu, og vit hava nógv viðskiftafólk, sum javnan vitja her úti. Kortini møta vit framvegis fólki, sum eru inni á gólvinum her fyri fyrstu ferð, sigur hon.
Irena Jacobsen sigur, at leygardagurin vísir seg at rigga sera væl, og tey eru ikki so fá, sum brúka dagin sum ein ávísan familjudag, har tey gera sær góðar stundir í handlinum.
- Tað kann vera so mangt, sum fólk fara eftir, og eitt nú hevur tað víst seg, at tær góðu gomlu ulpirnar eru nógv eftirspurdar og ganga sum heitt breyð, sigur hon.
Men, hóast endurnýtsluhandilin bara er opin leygardag, eru nógvar kvinnur knýttar at virkseminum hjá Reyða Krossi í Stiðjagøtu.
- Vit eru einar 30 kvinnur, sum hoyra til virksemið her úti. Onkrar eru nakrar tímar, og aðrar eru upp í fleiri tímar um vikuna. Onkrar koma mikudag og hósdag at prísa klæðir og lutir, og tá vikan líður, verður handilin ruddaður, og so tørna fleiri til aftur leygardag, tá handilin er opin.
Irena Jacobsen sigur, at alt arbeiðið hjá Reyða Krossi er ólønt, og í felagsskapinum annars eru tað bara dagligi leiðarin og eitt skrivstovufólk, sum eru á lønarlista.