Brúkslist  Myndlist

Kinna Poulsen, listfrøðingur






Hóast árið enn ikki er hálvrunnið, ber til at staðfesta, at 2006 hev­­ur verið eitt sigursár hjá før­oysku brúkslistini. Fyri at byrja onkrastaðni í rúgvuni, so ljóðar tað at ganga framúr væl í útlondum hjá klædnafyritøkuni Guðrun og Guðrun. Tað var eisini ein (møguliga fyrrverandi) scenografur og myndprýðari Edvard Fuglø, ið fekk heiðurs­uppgávuna at myndprýða nýggju móttøkuhøllina á Lands­sjúkra­húsinum. Somuleiðis hevur hann fingið pláss á teirri føstu fram­sýningini í Lista­skálan­um og skulu vit meta eftir jóla­fram­sýningini í sama tjóðlistarsavni, ið t.d. sýndi fram verk eftir brúkslistafólk sum t.d. Astrid Andreasen, Súsan í Jákupsstovu, Jógvan Biskupstø og Svanhild Strøm, hevur brúkslistin eisini fingið góðar sømdir haruppi. Tvær av okkara heilt stóru mentanar­virðis­lønum eru í ár báðar latnar tóvirkis­fólki; eini vev­konu, sum hon sjálv lítil­látin nevnir seg, og einum sniðgeva. Báðar hesar handanir hava elvt til, at nomið hevur verið við hugtøkini brúkslist og myndlist í føroysku fjøl­miðl­unum og hetta á ein hátt, sum hevur undrað. Eitt er, at lítil og eingin munur verður gjørd­ur millum hugtøkini. Tað, ið veru­liga hevur undrað er, at munurin tykist fataður sum eitt slag av góðskumuni, soleiðis at skilja, at tað er tann brúkslistin, ið hevur ment seg til myndlist, sum verður tikin fram og róst. Hetta er sjálv­­andi skilaleyst møsn, sum rør framundir, at myndlistin onkurs­­vegna er betri og fínari enn brúks­list. Tað er hon ikki, men hon er grundleggjandi øðr­vísi. Tað allar­løgnasta er, at brúks­listafólkini tykjast nøgd við hesa mannminkandi viðferð.
Hvat skal mann brúka tað til...
Lat okkum byrja við at staðfesta, at upprunaligi munurin millum brúkslist og myndlist er lutfals­liga greiður. Lutir, sum tú kanst brúka til eitt ávíst endamál, um tað eru krúss at drekka úr ella klæði at fara í, eru brúks­listarlutir, meðan málningar, steinprent, videoinstallatiónir o.a. eru dømi um visuella list, sum ikki er nýtilig til annað enn (vónandi) listarligar upplivingar. Men hvat skulu vit so kalla tann æviga sofamálningin? Hevur hann ikki eitt ávíst endamál? Her verður í allýsingum skilt í mill­um hvørt ætlanin við verkinum er, at tað skal vera funk­tionelt ella reint listarligt og tá sigur tað seg sjálvt, at ósemja kann taka seg upp. Í føroyskari almúgumentan síggjast dømi um brúkslist langt aftur í tíðina í bindingarmynstrum, bátasniði, útskornum fjallstavum osfr., meðan at kalla eingi dømi eru um føroyska myndlist áðrenn 20. øld. Sambært Bárði Jákupsson er ein orsøk til hetta ein strævin og krevjandi gerandisdagur við lítlum og ongum umstøðum og frítíð til arbeiða við myndlist: Tøtingin var sera tíðarkrevjandi. Kvøldseturnar og tey longu vetrarkvøldini var nóg mikið fyri allar hendur. Tað bar til at kvøða og siga frá, meðan nappað varð, karðað, spunnið, tvinnað ella bundið. Men sjáldan vóru hendurnar tómar og til at taka& (s.6 í Myndlist í Føroyum). Bárður leggur aftrat, at hetta ikki kann vera øll frágreiðingin, tí onnur fólkasløg hava skapað stóra myndlist í munandi verri umstøðum.
Ætlanin við verkinum
Í ein vissan mun er handverkið sjálvandi í onkran mun knýtt at myndlistini so leingi sum myndlistin er tilfarslig. Spanski listaúrmælingurin Picasso visti alt um handverksliga væl úr hondum greidda myndlist, men bardist alt lívið í móti hesi eftir hansara meting skerdu fatanini av myndlistini. Í staðin fyri tær vøkru veruleikakendu myndirnar, sum hann longu sum smádrongur var fullkønur í, fór hann í gongd við myndir, ið so at siga bjóðaðu áskoðaranum mentalt av. Kubisman gjørdi upp við aldargamla sentralperspektivið og við hevdina, ið kravdi, at myndlist skuldi fylgja veru­leik­ans lógum so sum, at vit bert kunnu síggja úr einum sjónar­horni í senn. Kubistiskar myndir kunnu sýna myndevnið bæði frá síðuni og frammanífrá og tí kunnu vit t.d. síggja nøsina í profil hjá tí málaðu kvinnuni, samstundis sum eyguni eru mandluskapað og harvið sæð frammanífrá. Kubisman var sum kunnugt bara ein av byrjanunum til, at myndlistin so líðandi gjørd­ist abstrakt og harvið ofta ikki so løtt at virðismeta úr einum handverksligum sjónar­horni. List er eitt mentalt fyri­brigdi helt framskygdi spanski listamaðurin, sum síðan mann hava verið nøgdur við gongdina frá tí handverksligu og mimetisku listini yvir í móti eini sjálvstøðugari og konseptuellari myndlist, sum Duchamp kom at vera ein undanmaður fyri, hóast orsøkin hjá honum at senda ta síðan so tiltiknu kummuna á framsýning í grundini var miðað upp ímóti tí modernaðu, sonevndu avantgardistiska listini, sum Duchamp helt vera ov vánaliga. Argingarsomu dadaistarnir løgdu dent á, at munurin millum myndlist og brúkslutir í ein vissan mun snýr seg um tað intentionella ella hvør ætlanin er við verkinum. Tí lótu teir fullkomiliga óbrúkiligar lutir frá sær sum t.d. eitt strúkijarn við píkum og surrealistarnir tóku undir og sýndu m.a. fram ein pelsklæddan kopp. Brúkslist, ið verður gjørd óbrúkilig við vilja verður altso til myndlist.
Útholað listahugtak
Tað er avgjørt ikki altíð lætt at døma um myndlist og hetta kemst m.a.av, at hugtakið fevnir um nakað livandi, sum allatíðina mennist og sum harvið áhaldandi hóttir við at spreingja tær higartil viðurkendu definitiónirnar av hvat myndlist er fyri nakað. Harumframt hava vit trupulleikar við einum listahugtaki, sum tykist meir ella minni útholað í fyrra lagi av teimum mongu, sum so sera fegin vilja vera listafólk, men ikki eru tað. Listafólkaheitið er kanska tað minst varda heiti yvirhøvur og ein góður spurningur kundi verið hví okkum dámar hetta heitið so væl, at vit nýta tað í tíð og ótíð, møguliga so ofta, at tað ikki gevur meining meira. Í øðrum lagi verður listahugtakið útholað av vælviljandi mentafólkum, hvørs hugburður mótvegis listahugtakinum er so opin, at tey vilja hava alt at vera list. Tá Jóhanna Reginsdóttir av Steinum fekk ársins Gávugóðs úr grunni Grunni Thorvalds Poulsens av Steinum, var handanin sum vera mann viðgjørd í Mentanartíðindum í Sjónvarpi Føroya og her vóru hugtøkini list og listakvinna nevnd bæði ofta og væl, men tað er helst ikki løgið um vit hyggja at orðingini í grundgevingini fyri gávuhandanina: Jóhanna er ein dugnaligur handverkari og ein evnaríkur sniðgevi. Hon er nýskapandi og original í sínum úttrykki. Við rótfesti í føroysku mentanini innan binding og ullararbeiði megnar hon á listarligan hátt at sambinda tað siðbundna við tað modernaða  og úr hesum skapa nakað nýtt og sermerkt. Hon arbeiðir á einum dynamiskum øki, sum liggur á markinum millum list og handverk. Tað er fyri at  Jóhanna skal fáa umstøður at menna seg á hesum listarliga øki, at Grunnur Thorvalds Poulsen av Steinum letur henni hesa gávu. Ein av fyriskiparunum fyri Gluggaglæmu - Ráðstevna fyri snið og handverk var eisini spurd í MT og hon frøddist um menningina hjá Jóhonnu frá tí handverkliga til tað listarliga. Jóhanna er ivaleyst dugnaligur sniðgevi, sum í løtuni nemur sær útbúgving á Central Saint Martins College of Art and Design í London. Eg gangi bara út frá, at hon gongur á design-linjuni og ikki á list-linju skúlans og tí undrar tað meg, at denturin verður lagdur á tað listarliga í grundgevingini fyri gávuhandanina
Frá handverki til list
Á sama hátt er tað eyðsýnliga fyri at hava lyft vevingina upp á eitt hægri listarligt støði, frá handverki til list, at Tita Vinther fekk handaða Mentanarvirðisløn Landsins. Í grundgevingini stendur: Tita hevur megnað at lyft vevingina upp á eitt hægri listarligt støði, frá handverki til list, og á tann hátt hevur hon slóðað veg veg og veitt íblástur til aðrar kvinnur innan hesa listargrein. Eg ivist onga løtu í, at Tita Vinther hevur uppiborið allan heiður fyri sítt seriøsa arbeiði innan bæði brúkslistina og myndlistina í Føroyum. So vítt eg veit, liggur ein stórur partur av hennara lívsverki innan brúkslistina og tí undrar tað meg, at heiðurslønin ikki eisini verður latin hesum stóra arbeiði. Fleiri eru, sum bæði arbeiða við brúks- og myndlist, t.d. áðurnevndu Guðrið Poulsen og Edvard Fuglø. Summi arbeiða við denti á brúkslistina, onnur við denti á myndlistina og hetta er sjálvandi í fínasta lagi. Tað er gleðiligt, at vit eiga so ríka brúkslistarmentan, eins og myndlistin veruliga er farin at taka dik á seg her á landi. Men tað er neyðugt, at vit skilja greitt í millum hvat er hvat, ikki minst hjá teimum nevndunum, ið lata mentanarvirðislønir. Sundurgreiningin av brúkslist og myndlist kann tykjast konservativ, men hon er neyðug, skulu vit gera okkum vónir um eina framtíð yrkismyndlistini og yrkisbrúkslistini til frama.