Brúkarin verður tann stóri taparin

? Verður SEV gjørt til partafelag, fer alt el-kervið í lepar, ella má prísurin á streymi hækkast munandi, sigur formaðurin í umboðsnevndini hjá SEV

 

Hevði SEV verið eitt partafelag, hevði brúkarin undir øllum umstøðum verið tann stóri taparin.

Tað er Hans Tausen Olsen, formaður í umboðsnevndini hjá SEV, púra sannførdur um.

Hann sigur, at tað stutta av tí langa, at hevði SEV verið eitt partafelag, hevði tað verið neyðugt at hækka prísin á streymi heilt munandi, um elveitingin skuldi verðið varðveitt á tí støði, hon er á nú, ella helst blivið enn tryggari.

Og tað hevði komið bæði privatum húsarhaldum, og ikki minst vinnulivinum, illa við, tí flestøll halda, at prísurin á streymi er longu ivaleysa høgur sum er.

Men mest sannlíkt heldur hann, tað hevði verið, at varð SEV partafelag, høvdu allar útbyggingar blivið steðgaðar, ella í øllum førum høvdu tær verið toygdar nógv longri, enn SEV nú ætlar.

?Samstundis hevði viðlíkahaldið blivið munandi skert.

?Í øllum førum hevði brúkarin blivið tann stóri taparin.


Stórar eykaútreiðslur

Hans Tausen Olsen sigur, at orsøkin til hesar metingar er, at varð SEV eitt partafelag, hevði tað fingið stórar eykaútreiðslur at drigist við, sum tað ikki hevur nú.

? Eitt nú hevði tað verið noytt at goldið partafelagsskatt.

? Men skal SEV gerast eitt partafelag, má onkur keypa partbrøvini. Og tað ger ongin, uttan at partabrøvini geva avkast. Tí fara partaeigararnir sjálvsagt at krevja vinningsbýtið av sínum partabrøvum.

Formaðurin í umboðsnevndini sigur, at einasti máti at fáa ráð til hesar eykaútreiðslur, er at steðga við útbyggingum og at minka um viðlíkahaldið, ella at seta streymin munandi upp.

Hann sigur, at royndir aðrastaðni vísa, at har streymveitingin er á privatum hondum, verður hildið aftur við útbyggingum og viðlíkahaldið verður minkað munandi. Sostatt forfellur øll elveitingin, og nógva staðni hongur hon í lepum fyri at kunna halda prísin á streymi niðri á einum góðtakiligum støði.

Hans Tausen Olsen sigur, at slíkt ber til aðrastaðni, tí har hava tey altíð fleiri møguleikar at fáa streym frá, tí har eru fleiri streymveitarar.

? Um t.d. hvørt einasta elverk í Danmark gekk fyri, hevði ongin vandi verið á ferð, tí so hevði altíð borið til at fingið streym úr onkrum av grannalondunum.

?Tann møguleikan hava vit ikki í Føroyum. Tí er okkara einasti møguleiki at varðveita eina trygga streymveiting, og at hækka støðið enn meiri, at byggja út og at gera nógv burturúr viðlíkahaldinum.

Hans Tausen Olsen sigur, at heilt leyðsliga mett, skal SEV gera íløgur fyri einar 500 milliónir tey næstu 10 árini fyri at tryggja øllum landinum eina álítandi streymveiting.

? Tað er ein íløga, um als ikki kemur uppá tal, um SEV verður eitt partafelag.

Hann sigur, at SEV er ein frálík loysn fyri alt samfelagið, soleiðis sum tað er nú er skipað.

?Tað er ein solidarisk skipan, har SEV hevur skyldu at veita øllum landinum streym fyri sama prís.

? Tað er stóra styrkin hjá SEV, at tað hevur skyldu at veita øllum landinum streym fyri sama prís.

? Tað hava vit onga trygd fyri, blívur verandi so, um SEV verður eitt partafelag. ? Tí hvat hendir um onkur keypur streymveitingina til miðstaðarøkið partafelagnum? Tað fer at fáa álvarsligar avleiðingar fyri útjaðaran í Føroyum, tí so noyðast fólk har at betala munandi meiri fyri streymin, sigur Hans Tausen Olsen.

Hann veit heldur ikki, hvat endamálið hjá kommunum skal vera við at gera SEV til partafelag, tí tað er eitt sera væl rikið felag sum er og tað kann neyvan gerast bíligari.