Brúkari: Jú, nýtt ómaksgjald er komið á

Í kjalarvørrinum á kjakinum um nýggj ómaksgjøld, hevur enn ein brúkari eisini sett seg í samband við Portalin og víst á, at nýggj ómaksgjøld eru komin á.

Hesin brúkarin vísir á, at síðani føroysku peningastovnarnir skiftu yvir til nýggja portalbankan, ber tað ikki longur til at skriva annað enn eini sera stutt boð við eini flyting, uttan at tað kostar eyka.

- Eg fekk at vita frá mínum peningastovni, at tey stuttu boðini, sum mann kann seta við, tá mann flytir til eina aðra kontu, betalir rokningar ella flytir pengar frá konto til konto, eru blivin skerd so nógv, at tey eru ónýtilig. Í nýggju skipanini er bert pláss til 10 tekn. Hetta merkir at mann ofta ikki eingong kann skriva sítt egna navn til móttakaran, fyri at upplýsa um flytingina ? væl at merkja uttan at noyðast at gjalda fyri tað. Brúkarin verður trektur 10 krónur fyri tað, sum eitur long boð, um mann skal brúka meira enn 10 tekn við eina flyting. Tað stendur tað tó einki um í nýggja netbankanum, staðfestir brúkarin.

Hesin brúkarin vísir eisini á, at í gomlu skipanini var pláss fyri nógv fleiri teknum, og at tað er tann tekniska loysnin frá Portalbank, sum er orsøkin til avmarkingina á boðunum og teirri meirinntøkuni fyri peningastovnarnar sum hetta ber við sær.