Brúkararnir hava als onga frágreiðing fingið

? sum bara nøkulunda kann grundgeva fyri verandi nýtslugjaldi, føstum gjaldi og íbindingargjaldi. Vit settu okkum frá byrjan av fyri, at arbeiða sakliga við hesum málinum. Vit valdu tí at byggja okkara grundgevingar á sama grundarlag, sum Hitafelagið L/f í síni tíð og seinni Fjarhitafelagið P/f søgdu seg byggja á

 

Fjarhitanevndin hjá eigarafeløgunum

Christian Poulsen Eyðfinnur Stefansson Johan Poulsen Súni Poulsen


Fyrst í vikuni fingu allir fjarhitabrúkararnir kunningarskriv frá P/f Fjarhitafelagnum. Skrivið er í fullari longd endurgivið sum viðmerking í Sosialinum 18. oktober.

Í hesum skrivinum váttar Fjarhitafelagið alment nakrar av teimum skeivleikunum, sum eigarafeløgini í Hoyvíkshaganum og Fjarhitanevndin hava víst á viðvíkjandi prísásetingini á fjarhita.

Vit skulu ikki fara í smálutir við øllum, men halda okkum til nakrar høvuðstættir. Málið er gjølligari lýst í skrivi til Býráðið tann 8. oktober og í 4 hjáløgdum notatum, sum eru á heimasíðuni hjá Eigarafelagnum Lítlagil www.litlagil.com.


Nýtslugjaldið

Tá vit keypa 1 kWh av orku frá Fjarhitafelagnum, skulu vit gjalda 43% meira fyri henda kilowatttíman, enn vit høvdu goldið, um vit keyptu samsvarandi orkunøgd í olju.

Hesin prísmunurin framgongur eisini av upplýsingunum í kunningarskrivi Fjarhitafelagsins.

Brúkaraumboðini vilja hava eina góða grundgeving frá Fjarhitafelagnum upp á hendan prísmunin ella eina príslækking. Í stuttum er hetta ósemjan um nýtslugjaldið.

Fjarhitafelgið hevur sagt, at hesi 43 %´ini eru tað, sum vit vildu brúkt meira um vit høvdu oljufýring. Og hetta er væl at merkja hiti, sum hevði farið til spillis.

Vit eru greið yvir, at nakað meira av orku fer til spillis í einum oljufýrdum ketli enn í eini fjarhitaskipan, men ikki 43%, og langt frá tí. Hetta vístu vit á í eini frágreiðing í mars 1998, har vit samstundis vístu á, at Fjarhitafelagið (og Hitafelagið L/F undan teimum) misnýttu tað grundarlagið, sum teir sjálvir søgdu seg byggja á.

Seinni sama ár ásannaði Fjarhitafelagið helst, at grungevingarnar fyri prísleguni hildu ikki. Tá skifti fjarhitaveitarin - aftaná 10 ár - grundgevingar fyri støddini á nýtslugjaldinum. Teir gjørdu nú av, at fjarhitaverk eru munandi bíligari í viðlíkahaldi og endurnýgging enn oljufýrdir ketlar, og hesin munurin verður síðani tikin við sum partur av grundgevingini fyri nýtslugjaldinum.

Eingin sum helst dokumentasjón verður givin fyri hesum pástandunum, og vit hava meira enn varhugan av, at tað fyriheldur seg beint tvørturímóti. Tey eru nógv, sum hava havt stórar og dýrar umvælingar á fjarhitavekslararnar.

Hvat endurnýgging (avskriving) viðvíkur, so heldur pástandurin heldur ikki. Vit eru vitandi um fleiri húsarhald, sum hava verið noydd at skifta hitavekslararnar út 8-9 ára gamlar. Hetta hevur kostað teimum umleið 17.000 kr umframt arbeiðsløn.

Vit kunnu spyrja: "Hvussu nógvir ketlar og oljufýr munnu vera skift út í 8 ára aldri í Føroyum nýiga" ?

Fasta gjaldið

Fjarhitabrúkararnir rinda í dag 480 kr/ár í føstum gjaldi. Hetta hevur øll árini verið nevnt eitt tænastugjald, sum skuldi samsvara við tað, sum onnur gjalda fyri oljufýrstænastu.

Eftir tógvi stríð eydnaðist okkum at fáa Fjarhitafelagið at ásanna, at brúkararnir fingu lítið ella einki fyri fasta gjaldið. Hetta hendi aftaná, at Fjarhitafelagið skrivliga hevði boðað frá, at teirra ábyrgd bert gongur til høvuðsventilarnar, og at teir tí ikki arbeiða upp á fjarhitaeindina hjá brúkarunum.

Okkara niðurstøða er greið. Vit kunnu ikki brúka ein tænastuveitara, sum ikki kann arbeiða upp á hitavekslaran og ei heldur hevur eykalutir til hann. Fasta gjaldið eigur tí at verða strikað.

Nú hendir tað løgna, at Fjarhitafelagið skiftir grundgeving fyri fasta gjaldinum eisini. Teir boða nú skrivliga frá, at at tað fasta gjaldið er ásett fyri at samlaði kostnaðurin av at nýta fjarhita skal vera tann sami, sum hjá teimum, sum nýta olju til upphiting. Tað vil siga, at fasta gjaldið er vorðið til eitt útjavningargjald.

Seinni hava vit fingið onkra aðra grundgeving, sum gevur líka so lítla meining.

Hví nevnir fjarhitafelagið ikki fasta gjaldið í kunningarskrivinum til brúkararnar?


Íbindingargjaldið

Vit skulu ikki gera stórvegis viðmerkingar til hetta gjaldið á hesum sinni, men kunnu vísa til notat okkara um hetta á heimasíðuni www.litlagil.com. Okkara niðurstøða er, at íbindingargjaldið átti at verið sett niður í helvt, ella gott og væl tað.


Niðurstøða

Brúkararnir hava als onga frágreiðing fingið, sum bara nøkulunda kann grundgeva fyri verandi nýtslugjaldi, føstum gjaldi og íbindingargjaldi. Vit settu okkum frá byrjan av fyri, at arbeiða sakliga við hesum málinum. Vit valdu tí at byggja okkara grundgevingar á sama grundarlag, sum Hitafelagið L/f í síni tíð og seinni Fjarhitafelagið P/f søgdu seg byggja á.

Orðaskiftið, sum var við Fjarhitafelagið í næstan 3 ár um málið hevur víst, at Fjarhitafelagið hevur ongan vilja til at viðgera málið á sakligum grundarlag, og teir skifta grundgevingar hvørja ferð teir renna seg fastan við teimum gomlu.

Vit hava tí ikki stórvegis grund til at seta Fjarhitafelagnum fleiri spurningar, men vit hava allar góðar orsøkir til at biðja um eina frágreiðing frá býráðnum:

o Heldur býráðið, at tað er rímiligt, at Fjarhitafelagið uttan víðari skiftir grundgevingar fyri prísunum, tá brúkararnir vísa á skeivleikar í prísgrundarlagnum?

o Heldur býráðið tað vera rímiligt, at Fjarhitafelagið brúkar egnar ódokumenteraðar pástandir sum grundarlag undir prísunum.

o Ætlar býráðið sær at gera sínar egnu niðurstøður í málinum?

Brúkararnir hava fingið eitt lyfti um, at teir ongantíð skulu gjalda meira fyri fjarhitan, enn teir vildu goldið, um teir brúktu olju til upphiting.

Vit halda okkum framvegis hava eina góða sak, og fara ikki at sleppa hesum málinum. Næsta stigið verður at brúkararnir fara at venda sær til býráðið enn eina ferð.

Hoyvík, 19. oktober 2000