Men við hvørt gongur alt at hundinum til. Eitt skýmligt vetrarkvøld undir Valaknúkum stendur spildurnýggi bilur okkara uppsteðgaður mitt á vegnum, fartelefonin verður á triðja sinni send til Finnlands til umvælingar, ella vøkru ljósketurnar at prýða húsini vildu ikki tendra. Dømini kunnu vera mong.? ?Er skaðin hendur, er okkara einasta vón, at handilsfólkið er hampafólk og gevur okkum okkara sjálvsagda rætt. Eru tey hinvegin óhampafólk, ið biðja okkum sleppa okkum á dyr, er einki annað at gera enn at stevna. Men tað er so sanniliga ikki bara sum at siga tað. Her skal sakkøn hjálp til, og hon kostar.? ?Høvdu vit havt eitt stað, har vit kundu kært okkara neyð. Onkran, sum hevði havt myndugleika at vunnið okkum okkara rætt.? ?Loysnin eitur ein Kærunevnd. Ein kærunevnd, ið kann avgreiða ósemjur millum brúkara og handilsrekandi bæði skjótt og bindandi. Einans á henda hátt tryggja vit javnvág millum partarnar.? ?Sum formaður í Brúkarasamtakinum havi eg virkað fyri, at slík nevnd verður sett á stovn.? ?Fái eg undirtøku frá tykkum veljarum á komandi Løgtingsvalinum, er hetta eitt av málunum, ið eg fari at virka fyri á tingi.
www.tjodveldi.fo/petur? ?