Brúkaradeildin hjá danska fíggjareftirlitinum hartar nú Eik Banka fyri villeiðandi marknaðarføring í sambandi við sølu av partabrøvum í íløgufelagnum FinansNyt1 Bæði brúkaradeildin hjá Fíggjareftirlitinum og Danska Brúkararáðið halda, at føroyski bankin ger í so nógv av, tá hann í sambandi við tilfarið um íløgufelagið sigur, at tað er møguligt at vinna yvir 10 prosent árliga upp á íløgufelagið.
Eik Banki vísir á eitt søguligt avkast upp á 10,10 prosent seinastu 10 árini, men sambært blaðnum Penge og Privatøkonomi, er avkastið upp ta partabræva-samanseting, sum Eik Banki bjóðar, bert 1,18 prosent.
John Ewertsen frá Eik Banka í Danmark, sigur at talan er um tveir ymiskar hættir at rokna avkastið uppá, men hann leggur afturat yvirfyri EPN.dk, at bankin fer at broyta mannagongd, um tað er so, at brúkarar kenna seg villeiddar.