- Tað skal aldrin koma upp á tal, at senda sjúklingum Landssjúkrahúsinum rokning fyri at liggja á sjúkrahúsinum.
Tað staðfestir Jenis av Rana, formaður Miðfloksins.
Annars hevur Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum, sent uppskot til hoyringar, har hann biðjur um heimild at taka gjald fyri sjúklingar, sum verða liggjandi á sjúkrahúsi, hóas teir eru liðugt viðgjørdur
Tað kemur oftani fyri, at sjúklingar, sum eru liðugt viðgjørdur á Landssjúkrahúsinum, og teimum báðum smáu sjúkrahúsinum, ikki kunnu verða útskrivaðir, tí teir hava ongastaðni at fara.
Orsøkin til tað er, at talan um fólk, sum ikki klára seg sjálvi, men sum Nærverkið onki nøktandi tilboð hevur til, hvørki á bústovni ella í heimarøktini.
Men hereftir skal gjaldast fyri, at hesir sjúklingar, sum verða liggjandi á sjúkrahúsi, eftir at teir eru liðugt viðgjørdir.
Karsten Hansen fer skjótt at leggja uppskot fyri Løgtingið um at samtykkja at tað skal bera til at krevja gjald frá hesum sjúklingunum.
Á psykatrisku deild er sama støðan, tí eisini har búgva fleiri fólk meiri ella minni fast, hóast tey eru liðugt viðgjørd, men tey rinda sjálvi eitt ávíst gjald fyri uppihaldið.
Gjaldið er áleið 5.500 krónur um mánaðin og nú er ætlanin at seta somu skipan í gildið fyri restina av Heilsiverkinum, stendur í einum uppskotið, Karsten Hansen hevur sent til hoyringar ymsastaðni í heilsuverkinum.
Skal aldrin henda
Men hendan ætlanin møtir harðari mótstøðu frá floksfelaganum hjá Karsten Hansen.
- Hetta fer Miðflokkurin ikki at góðtaka og kemur Karsten Hansen við slíkum uppskoti, hava vit ein stóran innanfloks trupulleika í Miðflokkinum.
- Hava vit gjørt eitt mistak á psykiatrisku deild, skal tað ikki endurtaka seg á øðrum deildum á Landssjúkrahúsinum, tí tað skal ongin rokning sendast sjúklingum, so leingi Miðflokkurin er í samgongu
Hinvegin er Jenis av Rana samdur um, at gjaldast eigur fyri hesar sjúklingar.
Men tað skal vera almannaverkið, sum fær rokningina og hon skal vera nógv størri enn 5.500 krónur um mánaðin.
- At rinda 5.500 krónur um mánaðin er ein loysn, sum er so bílig, at tað fer ikki at eggja almannaverkinum at loysa trupulleikan, tvørtur ímóti, sigur Jenis av Rana
Karsten Hansen sigur, at ongin avgerð er tikin um gjaldið.
Tað einasta, hann biðjur um, at at fáa heimildina, men hvør skal hava rokningina og, hvussu stór, rokningin skal vera, er ongin avgerð tikin um enn.
Men hann vísir á, at onki verður rindað fyri hesi fólkini, hóas tey fáa innivist, mat, røkt og annað, og rokningin kann tað sama sendast almannamálaráðnum, men enn er ongin støða tikin.
Hann vísir á, at í Danmark eru tað kommunurnar, sum fáa rokningina.
Men skal rokningin sendast Almannamálaráðnum, hví so ikki senda teimum fulla rokning og ein sjúkrahús song kostar mangt slíkt enn 5500 krónur um mánaðin, spurdu vit landsstýrismannin?
Men hóast tað stendur í uppskotinum, at skipanin skal vera tann sama um á Psykiatrisku deild, endurtekur Karsten Hansen, at ongin avgerð er tikin um upphæddina og, hvør skal hava rokningina.
Nú er uppskotið sent til hoyringar og so fáa vit at síggja, sigur Karsten Hansen.