? Sjálvandi mugu vit leggja størri dent á at gera Drelnes til oljuhavn, heldur enn at Smyrul skal blíva við at leggja at har.
Páll Vang, býráðsformaður á Tvøroyri ásannar, at nú tað er gjørt av at gera oljuhavn á Drelnesi, kann tað elva til trupulleikar fyri samferðsluhavnina millum Suðuroynna og restina av landinum.
Tí síðani havnin á Drelnesi varð gjørd, hevur hon verið høvuðs-samferðsluhavnin í Suðuroynni.
Men kortini er býráðsformaðurin á Tvøroyri ikki í iva um, at Smyril skal víkja fyri oljuhavnini, tá ið tað kemur so langt.
? Eg síggi framvegis oljuhavnina sum bjargingina fyri Suðuroynna.
? Ein oljuhavn kastar nógv meiri arbeiði av sær enn ein samferðsluhavn ger.
Páll Vang sigur, at tað er bara eitt einasta arbeiðspláss í samferðsluhavnini.
? Tí er ongin ivi um, at oljuhavnin verður raðfest nógv fremri enn ein samferðsluhavn.
Smyril má víkja
Men verður oljuhavn á Drelnesi, er tað neyðugt at finna eina aðra samferðsluhavn til Smyril.
Og Býráðið á Tvøroyri er farið at hugsa um, hvussu tann trupulleikin kann loysast.
Páll Vang sigur, at býráðið er sinnað at bjóða gomlu havnina á Tvøroyri fram til samferðsluhavn.
Men hann viðgongur, at tað verður ikki meiri enn ein fyribils loysn at leggja Smyril á gomlukei, til ein endalig loysn er funnin.
Hann veit, at umstøðurnar á gomlu kei eru so vánaligar, at vinnuvirki, sum brúka havnina, hava heitt á býráðið um at parkeringsforboð í verk á keiini, tí tey fáa ikki arbeitt fyri bilum, sum standa allastaðni. Men hann leggur afturat, at hetta er einasti møguleiki, býráðið hevur at vísa á, sum eina fyribils loysn.
Fyri at gera umstøðurnar betri, ætlar býráðið at fylla eitt sindur av keihylinum út, so at sjálv bryggjan verður 30 metrar breiðari, enn hon nú er.
? Somuleiðis ætlar býráðið at leggja ein flótandi ferjuskráa við keiina, so at Smyril framvegis fær tikið stórar bilar og farm inn har afturi.
Hetta er ein bíligari loysn, enn at stoypa eina ferjuskráa, sum tað er gjørt á Drelnesi.
Men er tað yvirhøvur rúmd fyri Smyrli við gomlu kei, tá ið arbeiðsumstøðurnar eru ótolandi sum er?
?Ja, eg haldi, at hetta er ein brúkilig loysn í eini skiftistíð.
Vit arbeiða við trupulleikanum. og royna at bøta um.
? Og tað er ongin sum sigur, at røðin av bilum, sum skulu við Smyrli, skulu standa niðri á sjálvari keiini, sigur Páll Vang.
Hann sigur, at tann endaliga loysnin eigur at verða at grótið, sum fer at verða sprongt úr bergholinum ímillum Øravík og Hov, verður brúkt til at fylla út til eina nýggja samferðsluhavn, sum helst kemur at liggja eystanfyri ferjuleguna, sum nú er á Drelnesi.
Hann sigur, at tað er ein fyrimunur at samferðsluhavnin og oljuhavnin eru lið um lið, tí talan verður um nógvan tungan flutning.
Men kommunan sær tað ikki sum sína uppgávu at gera eina nýggja samferðsluhavn?
?Eg kann bara siga, at kommunan fer at hjálpa til, svarar hann stutt.
Spennir seg út
Tað er Danbor Service, sum ætlar at gera oljuhavnina á Drelnesi.
Seinasta heyst, tá ið umboð fyri Tvøroyrar Býráð vóru í Esbjerg, staðfesti Danbor, at teirra oljuhavn verður á Drelnesi, tá ið tað kemur so langt.
Danbor Service er eitt felag, sum spennir seg út og við sínum 40.000 fermetrum er tað nú sjónskasta felag á havnaøkinum í Esbjerg.
Men Harumframt eru uppaftur størri deildir í útjaðaranum í Esbjerg, har verkstað og annað virksemi er.
Í oljuvinnuni hevur tíðin stóran týdning og í Børsen herfyri skrivaði blaðið um eina nýggja lossi- og lasti skipan, sum Danbor hevur gjørt.
Hetta er ein skipan sum styttir tíðina, sum útgerðarskipini noyðast at liggja við bryggju, tá ið tey lasta og lossa, eini 30-40%, og tað verður mett sum ein stórur vinningur.
Blaðið nevnir hetta ein frálanda ?sjálvtøkuhandil?.
Kjarnin í skipanini er, at Danbor hevur fingið at kalla sín egna hyl í havnini, har skipini kunnu sigla runt eftir rørum, fittings, lutum, amboðum o.s.fr., eftir eini heilt fastari skipan. Fyrr noyddust skipini at sigla úr einari havn í aðra, men nú fáa teir alt á sama stað og tað er ein stórur fyrimunur.