Brúk fyri meira upplýsing um rúsevni

Ringar tíðir kunnu fáa fleiri fólk at misbrúka rúsevni, og tí er neyðugt við meira upplýsing um vandan við rúsevnum, sigur fyrrverandi ráðgevi hjá Bláa Krossi Fyrrverandi fyribyrgingarráðgevin hjá Bláa Krossi, Beinta Joensen, heldur, at tað er umráðandi við kjaki um rúsevni í føroyska samfelagnum.

 

- Ringar tíðir hava við sær, at fólk gerast arbeiðsleys, og tað er skjótt hjá teimum at fella í misbrúk av rúsevnum, sigur Beinta Joensen við Sosialin.

 

Hon heldur, at tað er neyðugt at raðfesta kunningina um vandan við rúsevnum hægri, enn tað verður gjørt í føroyska samfelagnum.