Samstundis sum Arne Poulsen varð loystur úr starvinum sum aðalstjóri í Vinnumálaráðnum, gjørdi løgmansstjórin Marjun Hanusardóttir av, at hann skuldi halda fram í Vinnumálaráðnum í einum undirskipaðum starvi.
Av tí at starvið ikki er normerað, verður tað uppgávan hjá leiðsluni í Vinnumálaráðnum at finna neyðugu fíggingina.
Somuleiðis verður tað uppgávan hjá leiðsluni at útgreina innihaldið í starvinum.
Marjun Hanusardóttir sær einki galið í, at eitt starv verður gjørt til Arna Poulsen, og at starvið ikki verður lýst leyst, so onnur hava høvi at søkja starvið. Í einum aðalráð liggja altíð nógvar óloystar uppgávur.
Henda loysnin er vald í tøttum samstarvi við lønardeildina í Fíggjarmálaráðnum.
Marjun Hanusardóttir sigur, at Vinnumálaráðið so avgjørt hevur brúk fyri vitanini og arbeiðsmegini hjá Arna Poulsen, sum hon sigur fáa sera nógv á skaftið í sínum arbeiði.
Arne Poulsen varð sum aðalstjóri løntur í 39. lønarflokki við umleið 5.000 krónum í viðbót um mánaðin.
Nú er hann fluttur niður í 36. Lønarflokk og hevur mist viðbótina.
Hann varðveitir tænastumannapensjónina, og tað er ikki meira enn rímiligt eftir at hava verið aðalstjóri í 15 ár, heldur Marjun Hanusardóttir.