Brúgvin út í Mykineshólm umvæld

Hesa vikuna hava fólk frá Landsverki skift dekkið út á brúnni millum Mykines og Mykineshólm. Brettini, ið tilsamans viga 2,6 tons, vórðu flutt út við tyrlu hjá Atlantsflogi, sum gjørdi fýra túrar út í oynna.

Brúgvin, sum í 1989 varð gjørd av nýggjum, er 42 metrar long og tveir metrar breið. Nýggju brettini eru av slagnum, azobe-lophira, ið er serliga slitsterkt træ, sum veksur í tropiska økinum í Afrika.

Tað eru Landsverk og danska Farvandsdirektoratet, sum í felag hava latið brúnna byggja og halda hana viðlíka. Somuleiðis er viðlíkahaldið av gøtuni báðu megin brúnna ein felags uppgáva. Vitan í Hólminum eigur og rekur Farvandsdirektoratet.

- Arbeiðið við at skifta dekkið á brúnni gekk sera væl. Veðrið var gott, og tað tók bert tríggjar dagar hjá trimum monnum at fáa uppgávuna frá hondini, skrivar Landsverk á síni heimasíðu.