Brúgvin, sum nú er bindilið um ánna og ósan í Hósvík, er umleið 23 metrar long. Haraftrat eru gøturnar báðu megin brúnna umleið 230 metrar langar.
Á middegi í morgin, tá sundalagsstevna er í Hósvík, verða snórar kliptir av eldri - ella gomlum - konum, sum hava dámað væl at gingið. Nú Hósvík hevur fingið brúgv og gøtur, eru gongumøguleikarnir í bygdini nógv betraðir.
Martin Sømark, sum saman við konu og børnum eru tilflytarar í Hósvík, hevur heilt frá fyrsta degi í Hósvík havt ein dreym um, at ósin skuldi verið bundin saman við eini brúgv. Nú er brúgvin komin. Hon er 23 metrar til longdar, og síðan eru gøtur báðu megin brúnna, sum tilsamans eru einar 230 metrar langar.
- Hetta merkir, at samlaða verkætlanin snýr um gøtur og brúgv á einar 250 metrar tilsamans. Ljós eru allan vegin eftir gøtuni og brúnni, sigur Martin Sømark.
Primusmotorurin fyri hesi verkætlan veit at siga, at í morgin á middegi verða snórar kliptir, sum lata gøtuna og brúnna upp alment, og tá verða eisini nøkur orð søgd við høvið.
- Eg haldi, at nú brúgvin er bygd sum sambindingarliður dygst við sjóvarmálan, er Hósvíkin vorðin nógv størri. Nú fáa fólk veruliga ágóðan av bygdini, tí nú kann gangast allan vegin fram við sjóvarmálanum, samstundis sum tú sært niðan á bygdina.
Martin vísir á, at áður kundi tú ganga oman í kappróðrarneystið ella oman í bátahylin, men tú kundi ikki ganga allan vegin fram við sjóvarmálanum og njóta náttúruna, sum har er, eins og tú ikki á sama hátt sást bygdina úr hesum sjónarhorni.
- Vit vænta, at nógv fólk fara at leita sær oman og fara at njóta henda túrin, sum tíðin gongur. Eg eri ógvuliga fegin um, at hugskotið, sum eg fekk longu, tá eg og familjan fluttu til bygdar í 1996, nú er veruleiki. Okkara børn eru nú 18, 15 og 8 ára gomul, so tað verða ikki tey, sum verða koyrd gjøgnum bygdina, eftir gøtuni og eftir brúnni í barnavogni.
Martin Sømark heldur brosandi fyri, at nú verður tað helst sum abbi, at hann fer at gera onkran slíkan túrin, tá tann tíðin kemur.
Myndirnar tók Jens Kristian Vang.