Løgtingið fekk í gjár uppskot um bráðfeingis játtanarlóg fyri 2008 Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, Magni Laksáfoss, hevur latið Løgtinginum uppskot um bráðfeingis játtanarlóg fyri 2008.
Fíggjarlógaruppskotið lá í fíggjarnevndini, tá løgtingsval bleiv útskrivað, og tí kemur eingin nýggj fíggjarlóg fyrr enn eftir valið 19. januar.
Tí er neyðugt við einari bráðfeingislóg, sum heimilar landinum at krevja skatt og at gjalda lógarbundnar og sáttmálabundnar útreiðslur.