Brúarfoss rak inn undir land

Klokkan trý í nátt varnaðust eftirlitsfólk hjá íslendsku sjóverjuni, at farmaskipið Brúarfoss hjá Eimskipum var farið av kós, og at tað rak inn ímóti landi við Reykjanes. Tað vísti seg, at farmaskipið hevði fingið maskinskaða, og sjóverjan sendi alt fyri eitt sjóverjuskipið Ægir á staðið. Trolarin Höfrungur 3 var stutt frá Brúarfossi, og hann fekk eisini boð um at sigla til skipið.

Tað var illveður við nógvum vindi har á leiðini, og tá Brúarfoss var um tveir fjórðingar úr landi, gjørdi manningin av at kasta akker. Nakað seinni kom Höfrungur 3 til skipið, og ein tíma seinni kom Ægir á staðið. Um somu tíð eydnaðist tað at fáa motorarnar umborð á Brúarfossi í gongd, og skipið kundi nú sigla út frá landi.

Brúarfoss helt leiðina fram til Vestmannaoyggjarnar, men avgjørt varð, at Ægir skuldi fylgja við skipinum hagar, skrivar Morgunblaðið.