Brúðarferð kl. 5 um morgunin

Guðrið Joensen og Janus Rustin Olsen

Tann 29. apríl í ár legði ein maður seg á knæ framman fyri sofuni har unnustan lá sjúk. Við blómutyssi og ringi í hond, og knøunum á einari pútu við tveimum broderaðum ringum á – ein til høgra knæ og ein til vinstra, bar hann fram bønarorð. Unnustan var skjót og svaraði ja og 2. august játta tey bæði, Guðrið Joensen og Janus Rustin Olsen, kærleikan sínamillum fyri Gudi og monnum í Vesturkirkjuni í Havn.

Nú hon er 39 og hann er 38 hildu tey tað vera uppá tíðina at formalisera parlagið, áðrenn árini gjørdust heili fýrati.

Guðrið fer í ráhvítan brúðarkjóla frá Brúðarlín og hann fer í myrkan klædning og vest. Veitsla fyri 130 fólkum verður í hølunum hjá Argja Róðrarfelag, har Inga Torbjørnsdóttir borðreiðir við trimum rættum, øli, víni og sodavatn. Til borðhaldið verða harmonika og gittarur, og til dansin undirhalda Sølva Ford og Jóannes Jakobsen. Meðan gestirnir enn svinga á beinini á dansigólvinum, veittrar brúðarparið farvæl kl. 5 á morgni, tá ið leiðin gongur til Rhodos, har tey fara at hugna sær í eina viku.

Guðrið, sum eigur ein 16 ára gamlan son, hevur gingið saman við Janusi í 12 ár. Tey lærdu hvønn annan at kenna gjøgnum eina vinkonu á jóansøku og komu saman á ólavsøku sama summar.


Blómur: Rósir

Litir; Bordeaux og krem